BUNDNI STEINURIN // YARN BOMBED ROCK
Við íblástri frá lokalum søgnunum um gívrina settu lokalar kvinnur, við Honnu á Reynatúgvu og Súsan í Jákupsstovu á odda, sær í 2014 fyri at binda uppá stóra steinin á Bartalstrøð á Sandi. Á enskum kallar mann hetta fyri “yarnbombing” sum er at gera gøtulist/streetart við at binda og hekla uppá ting í býarmyndini ella í náttúruni.
Á steininum síggjast m.a. myndir frá søgnini um gívrina og barnið, ið halda til í Gívrinarholi og ymisk onnur motiv úr føroysku náttúruni. Á hvørjum vetri verður hetta stóra verkið tikið av steininum til umvælingar, tí við regni og vindi verður nógv slit. Tá hittast lokalar kvinnur regluliga og arbeiða við at bøta og binda nýtt uppí. Eisini liggja stokkar og tógv í bíðirúminum hjá læknanum á Sandi, so fólk kunnu geva sítt íkast ímeðan tey bíða. Síðani verður steinurin aftur ílatin í mai mánaði. Steinurin broytist sostatt hvørt ár.
Um áhugi er fyri at hoyra meira um steinin, sagnirnar og hetta øki ber til at bíleggja ein Ævintýrtúr við ferðaleiðara - ein túrur egnaður til stór og smá, familjur, skúlaflokkar, arbeiðspláss o.o.
//The ‘yarn-bombed rock’ is inspired by a local legend about the ‘Troll Woman’s cave’. Local women have covered a large rock with knitted fabric that they have knitted themselves.
It is located in Bartalstrøð í Sandur, in a peaceful nature area, close to the ocean and lake Gróthúsvatn.
The stone decorations can be seen at Bartalstrøð in the period between mid-May and mid-August.
If you would like to hear the story about the troll woman and all the attractions connected to her, you can book a Saga Tour with a local guide.