SANDSVATN
Sandsvatn er triðja størsta vatnið í Føroyum. Vatnið liggur vakurt norðanfyri Sands bygd og við gamla býlingin Traðir. Víddin á vatninum er 0,8km2, har vatnið er djúpast eru 5 m. niður á botn.
Ikki bara fólk njóta løturnar við Sandsvatn, tí eisini ríkt fuglalív er á vatninum, serliga um várið og heystið, tá flytifuglar steðga á her á sínu ofta longu ferð.
Møguleiki er at njóta eina løtu á Sandsvatni við at leiga kajakkir. Á eystaru síðuni á Sandsvatni er ein rampa, so fólk við rørslutarnið og rullustólsbrúkarar kunnu fara út á vatnið at njóta útsýnið harfrá.