SØLTUVÍK
Søltuvík er ein vøkur vík vestan fyri Sandsbygd. Gongur mann ein túr eftir uppmerktu gøtuni á veg til Søltuvíkar sær mann ómetaliga góða útsýnið til Oknardalsdrang. Tað er altíð vakurt og stórsligið í Søltuvík, men serliga við sólsetur kann hetta vera eitt heilt serligt stað, við góða útsýninum vestureftir, tá sólin fer undir kav.
Ein serlig og vanlukkulig hending knýtir seg til Søltuvík, tí her gekk Principia burtur í 1895. Tað er stórsta skip, ið er gingið burtur undir Føroyum. Principia rendi á Stóraboða út fyri Søltuvík 21. november 1895 og sakk næstan beinan vegin. Bert ein av teimum 28 monnunum, sum vóru við skipinum, kom livandi frá vanlukkuni við at bjarga sær upp á eina lastalúku. Hann rak við streyminum allan vegin fram við landi norðum um Trøllhøvda og við fallandi vestfalli inn í Kolturssund. Eystfallið setti hann inn móti landi, og hann fór rekandi suður gjøgnum Heystfjørð. Hann var bjargaður eftir at hava rikið í 14 tímar í sjónum hesa óveðursnátt. Menn úr Kirkjubø sóu hann og bjargaðu honum. Hann varð borin til hús hjá Jóannes bónda í Kirkjubø, lagdur í song og kom fyri seg har.
Hevur tú ella eru tit ein bólkur, ið ynskja ein spennandi túr við ferðaleiðara í Søltuvík, kunnu tit seta tykkum í samband við Visit Sandoy.