GRÓTHÚSVATN

Gróthúsvatn liggur vestan fyri Sandsbygd heilt niðri við sjóvarnmálan. Vatnið er um 1km. langt, 200m. breitt og bert um 1,5m. djúpt.

Tað er ein hópur av plantusløgum, sum vaksa her: stør, mýrifípa, túvuskúvsgras, borðsev og iglasólja. Niðri í vatninum sæst vatnaoknargras og mjúk oknargras, iglasólja og bøllusev. Longri úti, har mórubotnur tekur við, næla ofta tjarnartindakollur og áartúsundblað. 

Nakrar sjáldsamar plantur: reyður børkubóndi, tyrilstunga og rundblaðað sóldøgg, sum fangar skordýr. Flótandi úti er vanlig bløðrurót, sum fangar smákykt. 

Inni við strondina er tjarnarsvanargras og tríblaðað bukkablað. 

Átta ymisk sløg av tjarnaksi vaksa í Føroyum. Av teimum finna vit seks sløg á Sandi og flest av teimum við Gróthúsvatn.

Ein innflutt planta við stórum rundum flotbløðum og hvítum blómum er hvít nykrósa. Eisini er ríkt fuglalív við Gróthúsvatn. 

Nøkur sjáldsom plantusløg eru við Gróthúsvatn, sum bert eru at finna fá onnur støð í Føroyum, tí er tað sera umráðandi ikki at taka plantur á hesum øki. Eisini er bannað at taka malagrót.

 

Kelda: Søguslóðir