Welcome to the first Sandoy Half Marathon!
Kom við til fyrsta hálvmarathon í Sandoynni - gang ella renn, valið er títt! Her á síðuni finnur tú eisini kunning um tey áhugaverdu støðini, ið eru at síggja á leiðini.
Dýrabiðidag 16. mai 2025 verður Sandoy hálvmarathon fyri allarfyrstu ferð, við ALT Events og B71 sum fyriskiparar.
Um Sandoynna skrivaði skaldið Heðin Brú, at hon var "ungmoyggin millum oyggjar í Føroyum" og at líkt var til at skaparin var komin úr konugildi, tá hann myndaði oynna. Hesar serstøku fløturnar og lágu fjøllini eru eyðkenni fyri Sandoynna og valda rutan til Sandoy Hálvmarathon fer bæði um friðsæla Sandsvatn og eftir vakra vegnum til Søltuvíkar (21,0974km). Styttri ruturnar eru millum Sand og Søltuvík (10,9km.) og runt um Sandsvatn (6,8km.) ger sær dælt av vakra umhvørvinum og serstaka upplivilsinum, tað er at renna ella ganga her.
Kostnaðurin fyri luttøku er 500kr. fyri hálmarathon teinin og 400kr. fyri styttri teinarnar. Atgongumerkir kunnu keypast á atgongumerki.fo fram til hóskvøldið 15. januar kl. 19.00. Allir luttakarar fáa nummar, frukt og vatn á øllum túrinum og ábit frá MOWI, tá man kemur á mál, har øll fáa serstakt heiðursmerki og undirhald verður fyriskipað eftir lokna kapping.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum øllum suður í Sandoynna til ein hugnaligan og stuttligan hálvmarathon dag í einastandandi flottum og søguríkum umstøðum.
Her undir síggjast nøkur av teimum áhugaverdu støðunum, sum tit koma forbí á rutuni. Á rutuni eru skeltir, har tit kunnu skanna QR kotuna fyri at lesa meira. Tit eru eisini vælkomin at trýsta á myndirnar fyri at lesa meira.