TODNES, KÁLVMANNARÆTT & PRESTHÓLMUR
Tað sum bindur hesi trý støðini saman er Kálvur lítli. Kálvur lítli var prestur í Sandoynni í 14. øld. Tann seinasti katólski presturin í oynni. Sagt verður at hann var sera grammur, háðandi og ein rættur óflýggjakroppur. Hann búði á prestagarðinum í Todnesi, har prestur enn í dag býr. Nær við Todnes liggur tann aldargamla rættin Kálvmannarætt.
Í Sandsvatni, ímillum Todnes og Kálvmannarætt liggur hólmurin Presthólmur. Tann grammi Kálvur lítli goymdi kjøt og annan mat á Presthólmi. Løgasteinar lógu út í hólmin at ganga eftir. Synir Kálvs vóru grammir at stjala kjøt frá pápanum. Ein vetur fóru teir eftir ísinum, teir miðaðu eftir løgarsteinunum. Einaferð vóru teir ikki beint uppi yvir steinunum og tí brast ísurin undir teimum. Teir seks synirnar druknaðu allir, bara ein, tann sjeyndi var eftir. Søgnin sigur, at tá Kálvur sum var í Todnesi frætti um vanlukkuna, græt hann ikki.
Kelda til hendan tekstin er kortið Søguslóðir, ið er tøkt á enskum her. Nær við Todnes ber til at leiga kajakkir og rógva sær ein túr á Sandsvatni og koma nærri at Presthólmi. Leiga kajakkir her.