Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Virkið
Ungmannahúsið mitt í bygdini.
Til ber at leiga ungmannahúsið Virkið á Sandi.
Á Sandi ber til at vitja Listasavnið á Sandi og Bygdasavnið á Sandi. Eisini ber til at fara til handils á Sandi, har vit hava bæði Eldhús (samkeyp) og Hjá Rólant, har til ber at keypa alt millum himmal og jørð. Og áhugaverda verkætlanin Veltan er eisini á Sandi.
Á Sandi finnur tú eisini tann kenda bindisteinin. Konur á Sandoynni hava bundið uppá hendan risastóra steinin ið er 21 metrar til ummáls. Steinurin stendur vestan fyri Sands bygd (á veg móti Søltuvík). Myndaevnið er gívurin í Gívrunarholi. Nærhendis steininum sæst Gívrunarspor, og ein lítlan kilometur vestureftir er Gívrunarhol, har gívurin sigst búgva.
Hanna á Reynatúgvu hevur skipað fyri átakinum við bindisteininum.
HENT AT VITA
Pláss er fyri 40 gistandi.
les meira á www.booklocal.fo
Bústaður
Heimasandsvegur
Sandoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Øki / Bólkar