Vælkomin til næsta Sandoy Hálvmarathon!
Kom við til hálvmarathon í Sandoynni - gang ella renn, valið er títt! Her á síðuni finnur tú eisini kunning um tey áhugaverdu støðini, ið eru at síggja á leiðini.
Á Hvítusunnu 23. mai 2026 verður Sandoy hálvmarathon aftur, við nýstovnaða rennifelagnum TINDAR, ALT Events og B71 sum fyriskiparar.
Um Sandoynna skrivaði skaldið Heðin Brú, at hon var "ungmoyggin millum oyggjar í Føroyum" og at líkt var til at skaparin var komin úr konugildi, tá hann myndaði oynna. Hesar serstøku fløturnar og lágu fjøllini eru eyðkenni fyri Sandoynna.
Valdu teinar til hálvmarathon í fjør gjørdu sær dælt av vakra umhvørvinum og serstaku upplivingini, at renna ella ganga her suðuri.
Eftir lokið tiltak, var beinanvegin farið undir at eftirmeta og fyriskipa hálvmarathon komandi ár. Talan verður aftur í ár um 3 teinar, men við teimum tillagingunum, sum rátt var til. Av tí sama vænta vit at komandi tiltak verður uppaftur betri vitjað enn tað farna ár.
Eins undanfarið ár verða tað hoppiborgir, ábit, tónleikur, og nógv annað á skránni.
Í ár er eisini møguleiki at keypa blusur við búmerki á.
Kostnaðurin fyri luttøku er 520kr fyri hálmarathon teinin og 420kr fyri styttri teinarnar, børn undir 14 ár gjalda 260kr, og børn undir skúlaaldur luttakað ókeypis. Atgongumerkir kunnu keypast á Sandoy Hálvmarathon 2026 .
Allir luttakarar fáa nummar, frukt og vatn á øllum túrinum og ábit, tá man kemur á mál, har øll fáa serstakt heiðursmerki og undirhald verður fyriskipað eftir lokna kapping.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum øllum suður í Sandoynna til ein hugnaligan og stuttligan hálvmarathon dag í einastandandi flottum og søguríkum umstøðum.
Á rutuni
Her undir síggjast nøkur av teimum áhugaverdu støðunum, sum tit koma forbí á rutuni. Á rutuni eru skeltir, har tit kunnu skanna QR kotuna fyri at lesa meira. Tit eru eisini vælkomin at trýsta á myndirnar fyri at lesa meira.