BUNDNI STEINURIN

Við íblástri frá teimum lokalu søgnunum um gívrina settu lokalar kvinnur, við Honnu á Reynatúgvu og Súsan í Jákupsstovu á odda, sær í 2014 fyri at binda uppá stóra steinin á Bartalstrøð á Sandi. Á enskum kallar mann hetta fyri “yarnbombing” sum er at gera gøtulist/streetart við at binda og hekla uppá ting í býarmyndini ella sum her, í náttúruni.

 

Á steininum síggjast m.a. motiv frá søgnini um gívrina og barnið, ið halda til í Gívrinarholi og ymisk onnur motiv úr føroysku náttúruni. Á hvørjum vetri verður hetta stóra verkið tikið av steininum til umvælingar, tí við regni og vindi verður nógv slit. Tá hittast lokalar kvinnur regluliga og arbeiða við at bøta og binda nýtt uppí. Síðani verður steinurin aftur ílatin í mai mánaði. Steinurin broytist sostatt hvørt ár.

Um áhugi er fyri at hoyra meira um steinin, sagnirnar og hetta øki ber til at bíleggja ein Ævintýrtúr við ferðaleiðara.