Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Virkið á Sandi

Til ber at leiga ungmannahúsið Virkið á Sandi.

Á Sandi ber til at vitja hugnaligu Kafe Breiðateig, Listasavnið á Sandi og Bygdasavnið á Sandi. Eisini ber til at fara til handils á Sandi, har vit hava bæði Eldhús (samkeyp) og Hjá Rólant, har til ber at keypa alt millum himmal og jørð. Og áhugaverda verkætlanin Veltan er eisini á Sandi.

Á Sandi finnur tú eisini tann kenda bindisteinin. Konur á Sandoynni hava bundið uppá hendan risastóra steinin ið er 21 metrar til ummáls. Steinurin stendur vestan fyri Sands bygd (á veg móti Søltuvík). Myndaevnið er gívurin í Gívrunarholi. Nærhendis steininum sæst Gívrunarspor, og ein lítlan kilometur vestureftir er Gívrunarhol, har gívurin sigst búgva.

Hanna á Reynatúgvu hevur skipað fyri átakinum við bindisteininum.

HENT AT VITA

Pláss er fyri 40 gistandi.

Vit hava væl útgjørdan køk.

PRÍSUR

Prísur fyri hvønn er kr. 75,- fyri náttina

Minsti prísur er kr. 1500,- fyri náttina

Reingerð: kr. 1000,-

Fundir

Um tit ynskja at leiga eitt høli hjá Virkinum til t.d. fund, er prísurin 600 kr.

BÍLEGGING

Tú kanst bíleggja húsið umvegis Sandoyar Kunningarstovu á teldupost info@visitsandoy.fo