Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Elinborg (FO)
Innilig akustiskt konsert
Elinborg bjóðar til eina inniliga konsert, har tónleikurin verður tikin heilt niður í kjarnuna. Saman við Biritu Dam, Kristinu á Váli og Ólavi Gaard hevur Elinborg endurtulkað løgini á síni fyrstu heildarútgávu Í Ævir og latið teimum nýtt lív í einum einfaldari og meira akustiskum hami við strúkarum og gittara.
Hugskotið er at koma tættari upprunanum og spæla løgini soleiðis, sum tey ljóðaðu, tá ið tey vórðu skapt. Í hesum nýggja sniðinum fær tónleikurin meira rúm at anda, og samspælið millum Elinborg og teir dugnaligu tónleikararnar gevur løgunum nýggjar litir og størri dýpd.
Hetta verður ein konsert, har dentur verður lagdur á sjálvan tónleikin, løgini og frásøguna. Ein innilig og nærverandi útgáva av Í Ævir, har Elinborg fer heilt inn í kjarnuna av sínum egna tónleikaheimi.
Seinasta árið hevur Elinborg veruliga gjørt vart við seg á tónleikapallinum. Í Ævir, sum kom út í fjør, varð sera væl móttikin og setti ferð á eitt hendingarríkt ár við konsertferðum í Evropa, framførslum á fleiri festivalum og eini ferð til Meksiko.
Á Faroese Music Awards 2026 fekk Elinborg heiðurin sum Ársins tónaskald – ein viðurkenning fyri hennara arbeiði og serstaka íkast til føroyska tónleikalívið.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar