Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Sandavágur

Sandavágur er tríggjar ferðir kosin at vera best røkta bygd í Føroyum

Sandavágur er ein bygd í Vágum. Sandavágur er tríggjar ferðir kosin at vera best røkta bygd í Føroyum. Tað hendi í 1997, 2003 og aftur í 2008. Í Sandavági eru ymisk felagshús. Við fótbóltsvøllin er SÍF-húsið, og harumframt eru eisini onnur felagshús, t.d. kirkja, samkomuhús til kristiligar fundir og losjan Vakhús. Í bygdini er eisini ein viðarlund, Viðarlundin á Abbreyt.

Í Sandavágs kirkju stendur ein av fáu føroysku rúnasteinunum.

Í 1555 var Steigargarður lagdur til løgmansembætið. Flestu løgmenninir fluttu á Steig at búgva. Íløgmanstíðini setti løgmaður sín dám á bygdina á mangan hátt, eitt nú kirkjuna. 1816 var løgtingið avtikið og løgmansembætið niðurlagt, og Steigargarður var seldur í 1822; tá høvdu 17 løgmenn verið í hesum embætinum. Seinasti løgmaðurin æt Jørgen Frants Hammershaimb (1805 – 1816). Sonur hansara, Vencil Ulrik Hammersheimb, var føddur á Steig í 1819. Hann gjørdist væl kendur millum føroyingar, tí at hann legði grundina undir føroyska skriftmálið, og hann gav út ymsar bøkur á føroyskum. Føroyingar reistu honum prýðiligan minnisvarða á Steig í 1919.

Bústaður

Vágar