Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Porkeris Bygdasavn
Uppliv søguna og gerandislívið í Porkeri fyrr í tíðini
Porkeris Bygdarsavn heldur til í Gamla Skúla, sum varð bygdur í 1888 og varð brúktur sum skúli, til nýggi skúlin í bygdini varð tikin í nýtslu í 1984. Í dag er gamli skúlin karmur um eitt siðsøguligt savn við gomlum lutum, myndum og øðrum tilfari úr bygdini.
Savnið varð sett á stovn fyri at savna og varðveita fornminni og forngripir úr Porkeri og geva innlit í lívið í bygdini fyrr í tíðini. Savnsognin fevnir millum annað um lutir, myndir og skrivligt tilfar.
Til bygdarsavnið hoyrir eisini gamla ognin Í Eystrum við sethúsum, sornhúsi og fjósi.
Savnið kann vitjast eftir avtalu.
Bústaður
Á Fløttinum 3
Suðuroy
Upplatingartíðir
-
Stongt