Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Listasavn Føroya

har tað besta av føroyskari list verður sýnt fram

Listasavn Føroya er tjóðlistasavn Føroya, har tað besta av føroyskari list verður sýnt fram. Savnið er skipað eftir evnum, so tú fært eitt gott innlit í føroyska mentan. Havið, landsløg, dýr, ull, steinar, siðvenjur og átrúnaður eru bert nøkur av evnunum, sum eru í føroyskari list.

Millum serstøku listaperlurnar á Listasavninum finnur tú verk gjørd úr føroyskum hestahári og ein hval í veruligari stødd settur saman av 32.000 plastikkhermonnum. Eitt av høvuðsverkunum á Listasavninum er eitt rúm úr glasi, sum øll familjan kann fara inn í og fáa kensluna av at sveima á sjónum. Tit kunnu síggja 700 metrar upp og niður!

Á Listasavni Føroya geva vit tær eina serstaka listauppliving í náttúruvøkrum umstøðum. Listasavnið liggur viðarlundini í Tórshavn, einans 10 min. til gongu úr miðbýnum. Í móttøkuni á Listasavni Føroya er kafé og handil umframt hugnalig barnaborð við eini rúgvu av kreativum uppgávum. Her kunnu tit njóta ein kopp av kaffi, tekna ella hyggja at stóra úrvalinum av vøkrum postkortum, plakatum, bókum og listahandverki.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.

Bústaður

Gundadalsvegur 9

Tórshavn

Hentleikar

  • Ábit
  • Omaná
  • Koyristól atgongd

    Koyristól atgongd

  • WC
  • Kortgjald
  • Parkering
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar
Tiltøk hjá Listasavn Føroya

Øki / Bólkar