Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Húsini við Brunn

  • Við brunn

Stíg inn í ein søguligan Nólsoyarheim við røtum í 1600-talinum

Brunnhúsini eru bygd í seinnu helvt av 1600-talinum.Upprunaliga vórðu tey smíðað úr rekaviði, men eystari partur av húsinum er úr einum stokki úr pommerskari furu, keypt á uppboði eftir tað sokallaða „Saksunar-skipið“, ið fórst í Saksun í 1828.

At Brunnahúsini hava verið valahús í bygdini fyrr í tíðini sæst, tí tá vitjan kom í bygdina av fólki, sum kanska vóru av tí "betra slagnum", varð ofta farið við Brunn at biðja um hús, og var tað altíð leyst og liðugt. Tá var gingið um dyrnar í ovaru hæddini, og boðið varð inn í bestu stovu.

Brunnhúsini hava eina ørgrynnu av fornlutum, sum allir hava sína søgu, bæði um lívið í Nólsoy og úti í heimi í gomlum døgum. Av sonnum eina vitjan vert.

Tað er Nólsoyar Forminnisfelag við Onnu Juul Thomsen, sum vara av Húsunum við Brunn.

Elsti parturin av Húsunum við Brunn er roykstovan, sum varð bygd úr rekaviði í seinnu helvt av 1600-talinum. Eystari partur av húsunum varð bygdur í 1828 av Gamla Jáka úr einum stokki av pommerskari furu, sum hann keypti á uppboði eftir Saksunarskipið. Stokkin sleipaði hann sjálvur til Nólsoyar, ein ferð sum tók 18 tímar.

Húsini vóru í síni tíð roknað millum betru húsini í bygdini, og gestir, sum komu til Nólsoyar, gistu ofta her. Tá ið Frederik VIII kongur vitjaði Nólsoy í 1907 og ynskti at síggja eitt fjós, varð hann boðin við Brunn, tí fjósið har varð mett at vera tað frægasta í bygdini.

Sama familja hevur búð við Brunn í meira enn 300 ár. Í dag eru húsini bygdasavn við nógvum fornlutum, sum siga søgur um húsini, fólkið, gerandislívið í Nólsoy og sambandið við heimin uttanfyri.

Húsini við Brunn verða varðveitt av Nólsoyar Forminnisfelag og eru opin eftir avtalu við Visit Nólsoy. Samband fæst á +298 52 70 60 ella info@nolsoy.fo.

Bústaður

11 Pálsgøta, Nólsoy 270, Faroe Islands

Streymoy