Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Forkunnug framsýning við fornlutum
Kom og uppliv eina óvanliga framsýning í Gamla skúla í Leirvík
Talan er um framsýning, ið tekur støði í tí útgrevstrinum, ið fór fram á Toftanesi summurini frá 1982 til 1987. Í samband við henda útgrevstur vóru umleið 3000 lutir funnir, og onkrir teirra verða nú vístir fram.
Útgrevsturin avdúkaði ein bóndagarð, eitt langhús, frá umleið ár 900, við trimum úthúsum, ið enn sæst í lendinum, um ein vitjar toftirnar á Toftanesi.
Opið er:
Leygardagar: Kl. 10-17
Sunnudagar: Kl. 13-17
Tað er ókeypis at vitja framsýningina, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Bústaður
24 Sporamørk, Leirvík 520, Faroe Islands
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Søguligt stað