Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Fjálgi Fuglafjørður

  • Piddasahandil - Heimavirkni & Kunningarstovan í Fuglafirði
  • Mentanarhúsið í Fuglafirði
  • Fuglafjarðar kirkja

Fuglafjørður er ein lítil býur við nógvum at bjóða vitjandi!

Vitja lítla býin ella tí stóru bygdina, har náttúra, vinnulív og mentan ganga hond í hond.

Býurin liggur beint við fjørðin, umgirdur og vardur av vøkrum fjøllum.
Ein miðdepil við handilslívi, bátahyli, strond, áum og fossum, alt beint við.

Her er eitt hugnaligt bókasavn, eitt virkið Mentanarhús við gomlu skonnartini, Kyrjasteini, beint uttanfyri.
Í søguliga Ríbarhúsi har gamli Piddasahandil var, er fjølbroytt list, ymiskt vakurt heimavirkað og hugnalig kaffistova.

Fram við høvuðsvegnum eru ymiskir handlar, við klædnamóta, smyrsl, matvøruhandlar og serhandlar sum Fjord og NoðaStova umframt matstovan, Muntra.
Í býinum finnur tú eisini matstovuna ''Muntra'' og aðrar smærri matstovur. Alt ''beint við''.

Fuglafjørður hevur nógva list runt um kring í býinum.
Í Miðstaðarlundini er ein sermerk standmynd. Standmyndin fyri kvinnur deyðar í barnsburði, allar helst er hetta einasta standmynd sum hendan, ið man veit um.
Í Miðstaðarlundini finnur tú eisini flotta ''drotningabonkin'', ið var gjørdur til tá fyrrverandi danska drotningin Margrethe vitjaði í Fuglafirði.

Bústaður

14 Í Støð, Fuglafjørður 530, Færøerne

Eysturoy

Hentleikar

  • Live framførsla
  • Livandi tónleikur
  • Bókasavn
  • Søguligt stað
  • Ábit
  • Døgurði
  • WC
  • Parkering
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar