Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Bókasavnið við Løkin
Bókasavnið við Løkin er skúla- og fólkabókasavn í Runavíkar kommunu.
Vælkomin á Bókasavnið við Løkin!
Vit hava altíð kaffi á kannuni, nýggj tíðarrit og bløð, eitt hugnaligt barnabókasavn, fagur- og yrkisbókmentir í hópatali, ljóðbøkur, frítt Wi-Fi og teldur til leiting og prenting.
Okkara endamál er at geva fólki bestu umstøður at økja um sína vitan og at fáa mennandi upplivilsir.
Okkara mál og vón er, at hvør borgari kann síggja bókasavnið sum sítt.
Í august 2012 læt fólkabókasavnið alment upp í nýggju snotiligu hølunum við Løkin.
Bókasavnið skipar fyri nógvum ymiskum tiltøkum, eitt nú sýning av filmum í Løkshøll[, lesiringum, søguløtum og fyrilestrum v.m.
Bókasavnið liggur í sama bygningi sum Runavíkar kommunuskúli og Løkshøll á Rókavegi 1 í Runavík og er opið fyri øllum yrkadagar millum klokkan 13 og 18 og leygardagar kl. 10-14.
Fyrrapartar virkar bókasavnið sum skúlabókasavn og verður brúkt av næmingum, lærarum og starvsfólki skúlans annars.
Bústaður
Rókavegur, Runavík, Faroe Islands
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Bókasavn
-
Koyristól atgongd
Koyristól atgongd
- WC
- Familjuvinarligt
Øki / Bólkar