Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Bindisteinurin
Bílegg ævintýrferð og fá alla søguna við
Bindisteinurin er bundin við íblástri úr søguni um Gívrina.
Bílegg tær eina ævintýraferð fyri at hoyra um alla søguna aftanfyri spennandi steinin.
Bindisteinurin verður tikin niður í aug./sept. og kemur út aftur á leið apríl/mai hvørt ár.
ÆVINTÝRTÚRAR
Hesin túrurin er til børn og barnsligar sálir.
Vit hoyra um gívrina og síggja gívrinarspor, knúgvarnar og holuna, har hon búði! Ferðaleiðarin sigur frá nógvum søgum á lætta gongutúrinum, vit kalla Ævintýra-túrin. Túrurin tekur umleið tveir tímar, og eldri sum børn orka at ganga hann.
NÆR OG HVAR?
Alt summarið!
Túrurin byrjar við gamla skúlan á Sandi.
KOSTNAÐUR:
80 krónur fyri hvønn, um tit eru upp til 10 fólk. Um tit eru fleiri enn 10 fólk, er prísurin 80 kr. fyri tey fyrstu 10 og hareftir 50 kr. fyri hvønn.
Minsti prísur 720 kr. (9 fólk).
MATUR:
Kunningarstovan kann veita mat og drekkamunn í samband við túrin, t.d. bollar, pannukøkur, vaflur. Hettar kostar eitt eyka gjald.
BÍLEGGING:
Bílegg túrin á info@visitsandoy.fo
Hjartaliga vælkomin í Sandoynna. Vit gleða okkum at síggja tykkum!
Bústaður
Sandoy
Upplatingartíðir
-
Stongt