Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Túrur kring Havnina
Ein friðsælur túrur í Havn framvið Svartafossi og vøkrum útsýni yvir býin
Túrurin byrjar við Visit Tórshavn í Steinatúni. Gakk niðan eftir Niels Finsensgøtu og snara til vinstru inn á Við Havnará, har standmyndin Ormabani eftir Jóhannes Patursson stendur í ánni. Halt fram niðan í friðsælu viðarlundina, fram við ánni millum trø, dunnur og fuglalív.Úr viðarlundini gongur tú fram við fótbóltsstadion, svimjihøllini og Tórsbreyt og víðari eftir Undir Svartafossi. Eftir tilsamans 2 km kemur tú til Svartafoss, ein vakran og romantiskan foss, har tveir vatnstreymar renna saman í ein.
Fylg smølu gøtuni niðan um fossin og víðari eftir Ternuryggi. Økið varð í 1938 gjørt til urtagarðsøki við umleið 130 smáum stykkjum til leigu. Tá lá tað langt uttan fyri Havnina. Tá kríggið brast á í 1939, arbeiddu fremmandir sjómenn, sum vóru strandaðir her, m.a. við at gera gøtur í økinum og fingu soleiðis høvi at vinna sær nøkur oyru. Halt fram niðan um urtagarðsøkið móti Villingafossi. Omanfyri sæst stóra vatnbyrgingin frá 1988, sum liggur í umleið 270 metra hædd.
Halt fram niðan brøttu gøtuna í Ketturðina. Komin niðaná ert tú umleið hálvvegis. Her er friðsælt og sera gott útsýni yvir Hoyvík, Tórshavn, Argir og Nólsoy og norðureftir móti Skálafjørðinum, Eysturoynni og fjøllunum har norðuri.
Nógvir stórir steinar liggja spjaddir um økið suður eftir Brúnni móti Keldunum og fjarskiftismastrunum omanfyri Hotel Føroyar. Hildið verður, at teir kunnu stava frá ístíðini og vera skolaðir út gjøgnum eina rennu undir ísinum.
Gakk suður til Keldurnar, har vegurin krossar gomlu bygdagøtuna til Syðradals og Norðadals. Snara oman eftir bygdagøtuni móti á Varða. Beint áðrenn bøgarðsportrið ber til at gera ein 150 metra avstingara norður eftir hegninum til Varðholuna. Hetta er ein kulla í lendinum við stórum steini í miðjuni, sum fyrr varð brúkt til fólkafundir og sum skjól fyri sjórænarum. Skótar plagdu eisini at fara vikuskiftistúrar higar, tá ið hetta enn var langt uttan fyri Havnina.
Halt oman gjøgnum bøgarðsportrið, tvørtur um Oyggjarvegin og móti Írarók. Niðast á Varðagøtu gongur tú fram við barndómsheiminum hjá listamanninum og heiðursborgaranum Williami Heinesen. Í viðarlundini kemur tú til minnisvarðan um sjómenninar, ið lótu lív undir seinna heimsbardaga. Við vøtnini niðanfyri er ríkt fuglalív.
Við brúnna snarar tú til høgru móti Sankta Frans skúla. Her stendur bronsustandmyndin Tarira, eisini nevnd Álvagentan, eftir Hans Paula Olsen, reist til minnis um William Heinesen. Her verða árligu pisufundirnir eisini hildnir.
Halt at enda oman eftir Tórsgøtu til Steinatún, har túrurin endar.
Steinatún
Steinatún
Stóra busssteðgiplássið í Steinatúni, er beint við har sum túrurin byrjar, við Visit Tórshavn.
Myndin niðanfyri lýsir parkeringsviðurskiftini í miðbýnum.
Steinatún
Steinatún
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar