Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Nólsoy - Flaggstongin - Grásteinur
Ein hugnaligur og lættur rundturur við vakrari náttúru og stórslignum útsýni
Tað byrjar longu við vøkru innsiglingini til bygdina, har litríku húsini, hvíta kirkjan, gamli býlingurin í Túni, gróthúsini uppi á Eiðinum og smábátarnir við flótibrúnna skapa eina hugnaliga og friðsæla mynd. Tá tú kemur á land og gongur inn móti bygdini, kennist tað sum at koma í eina aðra og friðarligari verð. Gakk heim í bygdina, fram við nýggju kaféini Stutthol ovaru megin og Ovasavninum niðaru megin. Savnið er uppkallað eftir kenda rógvaranum Ova, og her heldur Visit Nólsoy eisini til. Halt fram við handilstorginum og beina leið niðan brekkuna í Geilini til rulluportrið og vegin norður á Stongina. Norðuri á Stongini hava Nólsoyingar gjørt tveir stuttar og lættar rundtúrar, sum eru góð alternativ til langa túrin suður á Borðina. Annar gongur norður á Boga, norðurendan á Nólsoynni, og hin niðan á Flaggstongina, hægsta stað norðan fyri Nólsoyarbygd. Túrarnir eru umleið 2,6 km hvør, og gingnir saman eru teir 4,4 km. Økið norðan fyri bygdina er innangarðsjørð hjá Nólsoyingum. Um várið og heystið, tá ið viðrar, kann vera rættiliga nógv lív í veltunum. Halt fram norður eftir vegnum. Umleið 250 metrar norðan fyri rulluportrið deilir vegurin seg. Tak niðara vegin fyri at ganga norður á Boga (sí túr 1), ella ovara vegin fyri at ganga niðan á Flaggstongina (2).Túrur 2: Niðan til Flagstognina og Grástein:
Tá tú hevur gingið góðar 100 metrar niðan eftir ovara vegi, snarar tú til høgru inn á vegin niðan á Stongina. Komin niðan á – við vindmylluna, snarar tú til vinstru, fyri at ganga rundtúrin har uppi, runt við sólini.
Fylg vegnum yvir til stóra varðan, sum Nólsoyingar kalla Flaggstongin. Orsøkin til navnið er, at hetta hevur verið eitt innsiglingarmerki til skip og bátar, sum skuldu inn á Havnavág.Her uppi er útsýnið sera gott – allan sjónarringin runt. Set teg á bonkin undir flaggstongini við einum kaffidussi og njót útsýnið suður á eystursíðuna á Nólsoynni.
Eystursíðan sær ikki sørt veðurbard út. Legg merki til gøtuna sum gongur suður gjøgnum líðina og til seinast fer aftur um sýn. Aftanfyri har liggur Føroya størsta urð eins og heimsins størsta koloni av Drunnhvíta, sum er minsti sjófuglur í heiminum – millum 15-16 cm til longdar. Fyri henda Drunnhvítastovn, er Nólsoy blivin altjóða viðurkend sum eitt sonevnt Ramsar-øki. Fyri at verja stovnin, vilja Nólsoyingar ikki hava, at fólk fara har, uttan eftir avtalu.
Gakk so útaftur á vegin og halt leiðina fram oman á Grástein. Við Grástein er útsýnið gott oman á eiðið, har tú sært hvussu brimið máar av berginum og spakuliga etur seg tvørtur um eiðið. Tá illveðrið frá opnum havi liggur inn á, er brimið onkuntíð so ógvusligt, at tað tekur grót og enntá stórar steinar við sær tvørtur um, sum so liggur hultur um bultur niðri við fólbóltsvøllin.
Halt leiðina fram víðari, eystur um og heim aftur í bygdina. Kanska tú fært eitt prát við onkran sum veltur ella tekur upp epli.
Til Nólsoyar
Til Nólsoyar
Silgt verður við SSL, leið 90, Tórshavn - Nólsoy.
Bilurin skal ikki takast við, men skal parkerast í Tórshavn. Í Nólsoy verður gingið beinleiðis frá ferjuni, suður gjøgnum bygdina (600m).
Í Tórshavn er 8-tíma parkering loyvd á nøkrum fáum parkeringsplássunum í miðbýnum, sí grønu sirklarnar á myndini. Sí eisini vegleiðingina hjá Tórshavnar Kommunu her
Nólsoy - Flaggstongin
Nólsoy - Flaggstongin
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar