Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hósvík - Leynavatn

  • 2020-04-08-h-sv-k-leynavatn-111-img-0038-jpg
    Útsýnið frá Tungubrekku yvir Hósvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-08-h-sv-k-leynavatn-104-img-0014-jpg
    Útsýnið oman yvir Á Hálsi við Leynavatn og út yvir Vestmannasund Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-08-h-sv-k-leynavatn-101-img-0003-jpg
    Tann avbera vakra og størslidna útsigtin yvir Leynavatn. Niðanfyri hómast Stykkið. Í bakgrundini Vestmannasund og Vágarnar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-08-h-sv-k-leynavatn-119-img-0075-jpg
    Tann fyrsti teinurin niðan frá seyðahúsinum í Leynavatni er hampiliga brattur. Mynd: Óli Gardshodn
  • leynavatn-jan-kellr---jpkay-jpg
    Leynavatn. Mynd: Jan Kellr - @jpkay
  • faroe6-jpg
    Leyna bygd. Mynd: Pelle Faust - @pelle.faust
hike poster

Ein spennandi og avbera vakur túrur, har dalur, gjógv og hugnaligt umhvørvið við Leynavatn seta sín serliga dám á túrin

Í Hósvík verður gingið niðan við tí mjáu og breiðu Lágá. Fleiri stórar áir møtast beint uttan fyri bøgarðin í hesa ánna. Við øllum hesum áum og tungum teirra millum, er sera hugnaligt og vakurt at ganga niðan. Tá ið gingið er niðan við Smørdalsá, verður komið í Smørdal. Uppi í Smørdali er friðsælt, bara heiðafuglur hoyrist og tutlið frá ánni, sum makliga rennur gjøgnum dalin. Hetta er sum at koma í aðra verð, og leivdirnar frá torvheiðunum minna um farnar tíðir.

 

Úr Smørdali verður gingið brøttu brekkuna niðan við tí stórfingnu Hósvíksgjógv og niðan á Lírahjalla. Hetta er allarhelst tyngsta og torførasta strekkið á leiðini. Men haðani er gott at ganga allan vegin niðan á Hósvíksskarð, millum Bøllufjall og Gívrufjall. 

 

Oman móti Leynavatni er gott at ganga – eitt sindur bratt er seinasta strekkið oman ímóti vatninum. 

 

Her verður gingið eftir einum ryggi millum tveir dalar, við vøkrum útsýni yvir Mjáuvøtn, Kollfjarðardal, Vestmannasund og Vágar, alt meðan harurnar renna um beinini á tær. 

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tað veldst um veður og ætt, hvør farleiðin er er tann betra.

Hósvík - Leynavatn
Leynavatn - Hósvík

Hósvík - Leynavatn

Leið 450 steðgar í Hósvík. Og leið 300 til Flogvøllin umframt leið 100 til Vestmanna steðgar við tunnilsmunnan í Leynum. Sostatt ber til at seta bilin í Hósvík ella Leynum og koyra aftur til bilin við bussi.

Parkering, Hósvík
Góðar umstøður eru at seta bilin í Hósvík, við kirkjuna ella við skúlan.

Tveir vegir eru niðan til portrið út um bøgarðarnar: Niðan gjøgnum Geilina, ella niðan eftir Vørðuvegi, fram við skúlanum og síðan beint niðan um fótbóltsvøllin og haðani til høgru um eitt lítið svart hoyggjhús og yvir um nýggju brúnna tvørtur um Lágá, haðan komið verður í gøtuna niðan frá Geilini (sí myndir).

  • parkering---h-sv-k-1-png
    Sí grønu linjuna fyri parkering og bláu linjuna fyri túrabyrjan
  • parkering---h-sv-k-2-png
    Fylg bláu linjuni fyri at byrja túrin

Leynavatn - Hósvík

Leið 450 steðgar í Hósvík. Og leið 300 til Flogvøllin umframt leið 100 til Vestmanna steðgar við tunnilsmunnan í Leynum. Sostatt ber til at seta bilin í Hósvík ella Leynum og koyra aftur til bilin við bussi.

Parkering, Leynar
Góðar umstøður eru at seta bilin í Leynum, beint norðan fyri brúnna tvørtur um Dalá. Set bilin við grønu linjuna (sí mynd) og gakk út gjøgnum portrið eftir bláu linjuni.

  • parkering---leynavatn-1-png
    Sí grønu linjuna fyri parkering og bláu linjuna fyri túrabyrjan
  • parkering---leynavatn-2-png
    Sí grønu linjuna fyri parkering og bláu linjuna fyri túrabyrjan
Hósvík - Leynavatn
Leynavatn - Hósvík

Hósvík - Leynavatn

Leynavatn - Hósvík

Fakta

path icon
2t 30m

Tíð

path icon
5 km

longd

hilltop peak icon
521 m

Hægsta stað

family icon
517 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi við børnum 10 ár og eldri
difficulty icon Avbjóðandi - Tað er gott og vallað allan vegin uttan niðan fram við Hósvíksgjógv, niðan gjøgnum stíggin omanfyri Uppi á Hálsi og brekkan niðan frá Leynavatni. Tá ið gingið verður tvørtur um ánna oman fyri Hósvíksgjógv og niðan á Lírahjalla, kann tað kennast ørbratt
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Eitt sindur bratt í støðum, serliga niðan við Hósvíksgjógv, niðan til Lírahjalla og niðan frá Leynavatni. Í Smørdali er nakað av mýrilendi. Gleivast skal um eitt hegn uppi undir Hálsi, oman fyri Leynavatn
11°C
4 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours