Á túrinum er góður møguleiki fyri at síggja ymiskan heiðafugl. Henda vakra lógvin var beint sunnanfyri Rangagil. Mynd Óli Gardshodn
Útsýnið við Klingrutjørn niðan á Álvaskarð á Kirkjubøreyni. Mynd Óli Gardshodn
Útsýnið undir Álvaskarði út móti Nólsoy. Mynd Óli Gardshodn
Uppi við Porkerisvatn er vakurt og hugnaligt. Hetta er eitt gott stað at njóta løtuna við einum kaffikoppi. Mynd Óli Gardshodn
Útsýni uppi við Porkerisvatn út móti Nólsoy. Mynd Óli Gardshodn
Útsýni beint sunnanfyri Porkerisvatn, yvir Rangagil og suður yvir á Kirkjubøkamb, sum vit síggja í baksýninum í vinstru síðu á myndini. Bygdagøtan gongur beina leið suður á hálsin, lægdina í miðjuni á myndini, sum er beint omanfyri Kirkjubø. Mynd Óli Gardshodn
Uppi á Hálsinum beint omanfyri Kirkjubø. Mynd Óli Gardshodn
Útsýni uppi undir hálsinum omanfyri Kirkjubø, vestur yvir oyggjarnar Hest, til vinstru á myndini, og Koltur, til høgru á myndini. Mynd Óli Gardshodn
Útsýni oman yvir Kirkjubø. Mynd Óli Gardshodn

Sjáldsamt, vættrakent lendi við góðum útsýni út á Hestfjørð
Hetta er ein vøkur og heldur sjáldsom farleið við grýtutum lendi, nógvum klettum og summastaðni næstan mánakendum umhvørvi. Eisini verður gingið fram við vakra Porkerisvatni, har tað er upplagt at steðga á eina løtu at njóta umhvørvi. Tað sigst, at William Heinesen, kendi føroyski rithøvundurin og listamaðurin, hevur fingið nógvan íblástur til sínar tekningar frá sínum gongutúrum her á Kirkjubøreyni. Kendu tekningarnar av trøllum sigast m.a. hava íblástur hiðani.
Góðir møguleikar eru at parkera bilin við Barnagarðin á Argjum, t.d. har sum grønu linjurnar eru á myndini. So skal gangast eftir bláu linjuni fyri at koma á gøtuna.
Kirkjubøur - Argir
Góðir parkeringsmøguleikar eru við stóra parkeringsplássið heima við kaiina/kirkjuna, haðani tað eru 900 m at ganga niðan til rulluportrið, har sum gøtan byrjar – sí grønu strikuna.
Argir - Kirkjubø
Kirkjubøur - Argir
Argir - Kirkjubø
Kirkjubøur - Argir
Fakta
1t
45m
Tíð
6 km
longd
267 m
Hægsta stað
205 m
Hæddarmetrar
Ja, væl egnað til børn. Eitt sindur knortlut og grýtut frá Argjum til Rangagil.
Miðal
- Stórur partur av leiðini er grýtut lendi, ið ger tað torført at síggja leiðina. Tí er tað avgerandi at hava gpx-fílu. Varðar eru á leiðini, men tað ber ikki til at dúva á teir, tí í summum førum eru teir “falskir” og liggja nakað burtur frá upprunaligu bygdagøtuni.
Rutan er sera løtt at ganga. Rættiliga grýtut í støðum, frá Argjum til Rangagil.