Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Verkstova í drag og pallframførslu við Tinus

Kom til eina ókeypis verkstovu í drag og pallframførslu

Sama um tú stendur á einum palli, heldur fyrilestur, undirvísir, leggur fram eitt hugskot ella leiðir ein fund, so er tín pallútstráling tað, sum avger, um áhoyrararnir lurta – ella gloyma teg.

Á hesum kveikjandi og verkliga skeiðnum deilir Tinus av sínum meira enn 20 ára royndum sum professionellur undirhaldari, vertur og fyrilestrahaldari. Tú fært ítøkilig amboð til at standa sterkari, tosa meira sannførandi og skapa eitt ektað samband við áhoyrararnar.

Tú lærir millum annað:
• At útstrála sjálvsálit og trúvirði.
• At brúka kropsmál, rødd og steðgir tilvitað.
• At varðveita uppmerksemið hjá áhoyrarunum frá fyrstu løtu.
• At handfara nervar og venda tað til orku.
• At skapa nærveru, slagkraft og ein persónligan pall-samleika.

Undirvísingin er livandi, skemtilig og kann nýtast beinleiðis í verki. Við venjingum, feedback og ítøkiligum teknikkum fært tú amboð, sum tú kanst taka í nýtslu beinanvegin – sama hvør tín pallur er.

Verkstovan er á donskum og ókeypis, tó er neyðugt at melda seg til í seinasta lagi 23. juli á lgbt@lgbt.fo. Viðmerk ‘verkstova’ og upplýs navn og telefonnummar.

Bústaður

Perlan

3 Tórsgøta

Tórshavn

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur