Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hvussu tosa vit ikki-binert á føroyskum?
Málið er sera kynsbundið. Men hvørji fornøvn brúka vit um vit eru ikki-biner?
Føroyskt er eitt mál, sum í stóran mun er kynsbundið. Men hvørji fornøvn brúka vit, um vit ikki eru antin maður ella kvinna? Hvussu sleppa vit undan kynsbundnum máli, og hvussu mennist og broytist okkara mál í veruleikanum?
Á hesum tiltakinum fer Sigmundur Mørkøre at leggja fram áhugaverdu úrslitini frá "Ikki-bineru spurnakanningini" hjá Fornøvn.fo, sum er størsta kanningin av ikki-binerum máli í Føroyum. Vit fara at hyggja nærri at, hvussu føroyingar svaraðu, og hvat hetta merkir fyri framtíðina á føroyska málinum. Møguleiki verður eisini at seta spurningar.
Aftan á framløguna verður lagt upp til kjak og hugna, har vit kunnu tosa víðari um evnið.
LGBT+ Føroyar bjóðar kaffi, te og kaku.
Tiltakið er ókeypis og er í Perluni, Tórsgøta 3.
Bústaður
Perlan
3 Tórsgøta
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar