Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Havsins poesiur og Havsins Skúli

  • Nýggj bók um William Heinesen og presentatión av Havets Skole

Nýggj bók um William Heinesen og presentatión av Havets Skole

Havets Skole skipar fyri bókatiltaki í heritage-lokalunum í Gamla Bókhandli leygardagin 25. juli kl. 14. Havets skole presenterar fyrst skúlan og havrannsóknarferðirnar hjá skipinum Nerthus: https://www.havetsskole.org/.

Joakim Quistorff-Refn, skipari, skipaeigari og heimspekingur saman og Bjørn Bredal, fyrrv. háskúlastjóri og franskkønur bókmentafrøðingur taka sær av presentatiónini. Síðan lesur rithøvundurin Jóanes Nielsen nakrar av sínum havyrkingum upp.

At enda presentera Bergur Rønne Moberg, lektari í føroyskum og norðuratlantiskum studium á Københavns Universitet og týðarin Marita Thomsen nýggju bókina ”William Heinesen. The Wise Man From the Sea. Time and Space, Spirit and Eternity".

GG: Tiltakið verður á føroyskum og donskum.

Bústaður

Gamli Bókhandil

1 Vaglið

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur