Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

F'LJÓÐ Stovukonsert við Janusia Húsagarði v/bólki

Kom á njót eina hugnaliga konsert í stovuni hjá Elini mitt í Havn

Kaffi, te og køkur eru íroknað í prísin.
Janus á Húsagarði er eitt multitalent. Hann teknar, málar, dreyar og telgir trælutir, spælir bæði mandolin og gittar og so syngur hann ikki minst - bæði írskan tónleik og egnan tónleik, har av fleiri løg hjá honum eru vorðin sera væl umtókt. Nógv kenna Janus best fyri fløguna hann gav út í 2018 við The Crowberry Band.
Tá ið Janus var liðugur at ganga í skúla, arbeiddi hann umborð á Norrønu í seks ár ella rættari í seks summur, tí um veturin fjakkaði hann serliga í Asia. Á fjakkaraferðum sínum teknaði hann alla staðni, har hann kom fram, og fekk nógvan íblástur til sína list - eisini sína tónlist.
Janus lærdi til snikkara og hevur búð úti á bygd í Føroyum í nógv ár, men býr nú í Havn, har hann m.a. hevur lært fólk at tekna á Føroya Fólkaháskúla og í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya og annars framhaldandi ríkar okkum við sínum mongu eyðkendu listaverkum og tónlist síni.
Kom til eina hugnaliga stovukonsert við Janusi, Brennu og Karl Andrias mánakvøldið 31. august í fjálgu stovuni hjá Elini Brimheim Heinesen í hjartanum á Havnini.
Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Bústaður

F'LJÓÐ Living room concerts

8 Magnus Heinasonar gøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar