Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Drag Night í Perluni

Ger teg til reiðar til eitt kvøld við glimmuri, sjarmu og rimmar undirhaldi! Kom

Leygarkvøldið 25. juli verður Perlan karmur um eitt festligt, queer, stuttligt og fantastiskt drag-kvøld, sum LGBT+ Føroyar skipar fyri í sambandi við Pride week.

Her verður nógv forkunnugt á skránni! Kendi danski artisturin TINUS fer at undirhalda. Ger teg til reiðar til eina orkuríka og intima minikonsert, har stórar røddir, hvassur humor og kendir klassikarar renna saman. Her er altíð pláss fyri óvæntaðum løtum og einum skálkabrosi, og sum áskoðari verður tú ein partur av einum undirhaldandi showi við smittandi orku.

Harumframt fara lokal cosplayer, drag queens og kings at framføra. Ein spennandi norðurlendsk Eurovision-dragkapping verður á kvøldinum, har áskoðararnir sleppa at avgera, hvør drag sleppur at umboða Føroyar í Oslo í vetur. Tað er ELC Group, sum skipar fyri. Áhugað kunnu melda seg til á lgbt@lgbt.fo og upplýsa navn, drag-navn og telefonnummar og viðmerkja ’Eurovision-kapping’ í evnið.

Síðan fer ongin annar enn Helgi at diska feitar tónar, sum veruliga fer at seta sín dám fyri restina av kvøldinum.

Dyrnar lata upp kl. 21.30, og barrin verður opin. Atgongumerki fyri einans 90 kr. fáast á torsgota.fo og við dyrnar.

LGBT+ Føroyar skipar fyri, og Tórshavnar kommuna hevur stuðlað.

Bústaður

Perlan

3 Tórsgøta

Tórshavn

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar