Skúvoy – Ramsar Oyggj
Skúvoy hevur eitt ríkt fuglalív, har nógvur fuglur eigur, sjálvandi Skúgvur, men eisini fuglasløg sum lomvigar og lundar og onnur serliga hótt fuglasløg. Ramsar ætlan er tí gjørd fyri oynna, sum fevnir um at fáa meira skipaði viðurskiftir fyri gongd í haga, serligar reglur fyri at fyribyrgja innrás av rottu og mús og reglur um sigling kring oynna, at fyribyrgja at fuglur verður órógvaður av skjóttgangandi bátum. Ætlanin kann lesast her
ROTTUFRÌ OYGGJ
Ein orsøk til at tað er so ríkt fuglalív, er at Skúvoyggin er rottufrí oyggj. Umhvørvisstovan, saman við Skúvoyingum, roynir at fyribyrgja at rotta kemur til oynna, og hevur sett ymisk átøk í verk. Størsti vandin er at rotta kann vera í vøru/góðsi, sum fólk taka við sær til oynna. Kemur rotta til rottu-fría oyggj, fær tað óbótaligar avleiðingar. Kemur rotta til Skúvoy, merkir tað, at fuglastovnarnir fara at minka. Eins og teir hava gjørt á øllum oyggjum, har rottan er komin. Vit heita tí á øll sum ferðast til Skúvoynna um at hava serligt fyrilit til hetta, og kannað sítt góðs væl áðrenn farið verður umborð á ávikavist tyrluna ella Sildberan.
REGLUR UM SIGLING KRING OYNNA
Í kunngerðini er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og kring partar av Nólsoy.
Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskutarum, er eisini bannað í nevnda tíðarskeiðinum.
Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið.
Bannið fevnir um øll skip og allar bátar. Skip í fastari rutusigling eru undantikin, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum. Bannið er heldur ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.
GONGD Í HAGA
Í 2020 varð avtala gjørd á Ramsarfundi um at gera meira greitt, hvar fólk kunnu ganga, og ikki, og fólk vórðu samd um at loyva fólki at ganga á hesum triðmum leiðum: norð í Fagradal, eftir eggjunum og út í Sót. Grundgevingin er, at fuglur ikki heldur til á hesum støðum, og tí er tað í tráð við Ramsarsáttmálan. Síðani hava vit arbeitt uppá verkætlanina at skelta, og mekja gøtur, men hetta er stórt arbeiði, ið krevur nógvar hendir, so tí var avgjørt á fundi í 2022, at hava eitt átak um várið í 2023. Tá varð skelta og gøtur uppmerktar.