Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Seinsummardagur á Sandi 2018

Vit hava fyrireikað tiltøk ið tú kanst gleða teg til, óansæð um tú ert matglaður, forvitin, íðin at dansa og syngja, og/ella hevur børnini við. Vit byrja dagin við felags morgunmati, hava sølutorg við lokalum matvørum, grillaðan mat frá Ørvaroddunum, smakkiroyndir frá Marine Harvest, MBM og Føroya Bjór og opið hús í Veltuni. Til børn og barnsligar sálir hava vit hoppiborgir allan dagin, vitjan í klettafjósinum, klovnin Bubu og boingbóltar. Til tey forvitnu hava vit túr um Kálv Lítla og túr í býlinginum í Koytu. Til tey tónleikaglaðu hava vit ókeypis konsert við MonkeyRat kl. 12.15, ókeypis konsertir við Kjølum, Danny, Niclas Hera, Fríðbjørg & Frankie, Ólavi á Váli, Søren Haugaard Pedersen og  Jórun & Hans frá kl. 19. Vit enda kvøldið við dansi í Virkinum, har Geislar spæla kl. 24.00.

Gleð teg til Seinsummardag á Sandi, 25. august 2018! 🙂

Vit byrja sjálvandi við morgunmatarborði á Mørkini Miklu

Tiltakið byrjar kl 10.

Tá klokkan er 11, fer Laila Carlsen at syngja nakrar sangir fyri okkum, og eisini fer kommunan at brúka høvið at heiðra starvsfólk sum hava verið í drúgvari tænastu fyri kommununa.

Verið øll hjartaliga vælkomin til seinsummardagin og morgunmatarborð hjá Sands kommunu.

Millum tónleikanøvnini ið spæla til ÓKEYPIS KONSERT kunnu vit nevna

Kjølar! Tá teir frættu at øll ikki sluppu inn í tjaldið á Summarfestivalinum í ár, søgdur teir ja til at spæla EINA konsert afturat, og tað verður á ársins Seinsummardegi á Sandi. Sandur hevur eitt serstakt pláss í hjartanum hjá Kjølum. Innleiðandi umfar til Prix Føroyar kappingina í 1997 var hildið í Ungmannafelagshúsinum á Sandi, og har vann Kjølar umfarið, og ruku beinleiðis í finaluna. Hetta umfarið á Sandi var tað sum veruliga gav Kjølum vind í seglini.

Søren Haugaard Pedersen, ið fer á pallin saman við Húsaorkestrinum.Søren er sangari í “Hitmen” og “Robbie Williams Jam” teir spæla kendan covertóneik. Teir fáa popp- og rockhitt at svinga og sveiggja, so tú kanst ikki annað enn lyfta fótin.

Niclas Hera hjá Dynamitt. Tá hann er á pallinum er garanti fyri at tað verður lív fjøldini.

Vit minnast øll tað frálíku framførsluna sum Danny frá Danny & Veetos hevði á Seinsummar konsertini í 2016. Danny fer aftur í ár á pallin saman við húsaorkestrinum.

Eisini spæla Ólavur á Váli Olsen, Fríðbjørg & Frankie, og Jórun Gudmundsen & Hans Ravnsfjall fyri okkum!

Seinsummardagin skipar Kunningarstovan fyri fleiri bygdatúrum

Kl 12.00 verður møguleiki at hoyra søguna um Kálv Lítla, gingið verður runt til støð sum hava samband við søguna. Byrja verður í Todnesi.

Frásøgumaður verður Róin Clementsen.

Kl 12.30 verður møguligt at fara í Klettafjósi við Poul har hann greiður frá um arbeiði har, eisini verður møguligt at royna seg í arbeiðnum har.

Túrurin er væl egnaður til børn, men vaksin eru sjálvandi eisini vælkomin.

Kl 13.30 verður túrur gjørdur í býlinginum “í Koytu” gingið verður rund í býlinginum og greitt verður frá søguni har.

Frásøgumaður verður Tummas Løkjá.

Kl 14.30 verður opið húsi í tunnilinum hjá Veltuni har møguleiki verður at síggja virksemi, eisini verður møguligt at keypa okkurt gott at eta og drekka.

Sølutorg kl. 12.00 – 15.00

Á Seinsummardegnum verður sølutorg á Ljósafløtti við lokalum matvørum. Tað verða bøndur av Sandi og Veltan sum fara at selja sínar vørur.

Sølutorgið er opið frá 12.00 til 15.00

Filmsýning í Virkinum

Hesir filmar verða vístir:

1) Føstugangshald á Sandi (Føstulávintsfilmurin) – Eir í Ólavsstovu

2) Wünder Pitsa – Hanus Johannessen

3) Maðurin við Blæðuni – Maria Tórgarð

Listasavnið á Sandi

Listasavnið spennir seg eisini út Seinsummardagin.

Kl. 11.00 – 13.00 er opið sum vanligt.

Atgongd til Listsavnið kostar 60 kr. 

Kl. 12.15-13.00 er ókeypis konsert við MonkeyRat duo.

Bygdasavnið á Sandi

Opið er frá kl. 12 – 14.

Kl 13.30 verður túrur gjørdur í býlinginum “í Koytu” gingið verður rund í býlinginum og greitt verður frá søguni har.

Frásøgumaður verður Tummas Løkjá.

Túrurin er ókeypis, tó kostar atgongd til bygdasavnið 30 kr.

Dansur í Virkinum kl. 23.00 – 4.00

Seinsummardagurin endar við góðum dansi í Virkinum.

Í ár verða tað Geislar sum spæla, teir hava fingið John Johansen sum vanligt spælur við Signar í Homrum at spæla við sær. Tað eru í ár 30 ár síðan Geislar spældi fyrstu ferð, og tað er altíð gott lív í tá teir eru á pallinum.

Dansurin er frá 24.00 til 04.00.
Húsið letur upp kl 23.00.

Meir kunning kemur á heimasíðuni www.visitsandoy.fo og á Facebook-síðuni Seinsummardagur á Sandi.

Taxa:

Vit vilja at øll kunnu koma trygg til og frá Seinsunnardegnum.
Tí hava vit aftur í ár gjørt avtalu við Bil um at teir koma suður at koyra Seinummardagin.

Tel. 32 32 32.

Gisting

Øll okkara summarhús á Sandi eru upptikin vikuskiftið 25. august, tá seinsummardagur á Sandi er. Vit hava fá pláss eftir um tit ynskja at bíleggja ból & bita á Sandi (bílegg í seinasta lagi 24. august kl. 15.30).

Um tú hevur campingvognin við suður, eru nøkur pláss tøk norðanfyri campingøkið úti í Støð á Sandi og pláss eru tøk í Skopun, í Dali og í Skálavík.

Um tú ikki ert til camping, og gistir hjá vinum ella Airbnb-kenningum á oynni, koyrir taxi tykkum gladliga heim!