Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

2. februar: Skeið í kundatænastu

VisitFaroeIslands skipar, saman við Miðnámi í Vestmanna og Sandoyar Kunningarstovu, fyri ókeypis skeiði í kundatænastu, 2. februar 2019.

Hví eigur tú at luttaka?

Um tú vilt læra meir um góða tænastu og framúrskarandi tænastu. Um tú vilt læra meir um hvat skal til fyri at geva viðskiftafólki eina góða uppliving. Um tú vilt læra meir um hvussu tænasta og góðar upplivingar verða umsett til fíggjarligt úrslit, so eigur tú at luttaka.

Hvat gjøgnumganga vit á skeiðnum?

Tær gyltu reglurnar fyri kundatænastu, reglur fyri góðari tænastuveiting, tænastuhugburð, toymisarbeiði, samskifti, týdningin av krops- og málburði, og hvussu eitt tilboð verður sett upp, við innihaldi og prísi.

Innihaldið á skeiðnum verður tilpassað eftir virkseminum hjá luttakarunum.

Á skeiðnum lærir tú hvussu tú:

• hækkar tænastustøði
• samskiftir við viðskiftafólk
• skapar álit hjá viðskiftafólki

Málbólkur

Øll eru vælkomin á skeiðið. Skeiðið er serliga ætlað teimum virkandi í ferðavinnuni.

Nær

2. februar 2019, kl. 11 – 19.

Hvar

Á Hotel Skálavík

Prísur

Skeiðið er ókeypis og vit bjóða miðmála, kaffi og frukt.

Melda til

Melda til áðrenn 29. januar við at senda teldupost til tordis@visitsandoy.fo, har tú upplýsir títt navn, teldupost, telefonnummar, virksemi og stødd á fyritøku.

Meir kunning verður send umvegis teldupost, tá tú ert tilmeldað/ur.

Hvør undirvísir

Undirvísari er Rebekka Danielsen, Cand. Soc í Service Management. Rebekka hevur royndir innan sølu & marknaðarføring frá Leiðsluhúsinum, umframt at hon undirvísir á búskaparbreytini á Kambsdali.