Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Jól í Sandoyar Sýslu (yvirlit)

Tógvhandilin CAKAO í Skopun hevur opið mánadag – fríggjadag frá kl. 13 til 18, leygardag 11 – 15.

Fríggjadagur 30. novembur

  • Kl. 9 – 21: À-handilin á Sandoynni hevur opið
  • Kl. 9 – 21: Búrhandilin í Skopun hevur opið
  • Kl. 22 – 02: Kafe Breiðateig á Sandi hevur opið

Leygardagur 1. desembur

  • Kl. 9 – 21: À-handilin á Sandoynni hevur opið
  • Kl. 9 – 21: Búrhandilin hevur opið
    • Árliga jólakappingin byrjar. Nærri upplýsningar fáast í handlinum
  • Kl. 10 – 16: Jólasøla í handlinum hjá Elinborg (Heimasandsvegur 36, Sandur)
  • Kl. 10 – 17: Hjá Rólant hevur opið
  • Kl. 15 – 19: Diduhúsið í Skopun er opið.
    Jóladekratiónir og heimavirkað vøra og nógv annað, er til keyps. Her finnnur tú heilt víst jólagávurnar. Í Didu-café’ini selja vit nýbakaðar vaflir, mandlurís heimagjørda súrepladessert. Glaserði súrepið, brendar, lakres- og saltmandlir.
    Vælkomin á gátt.
  • Kl. 16.00: Jólatræið og jólabygdin á Ljósafløtti á Sandi verður tendrað. Havstein Klein, prestur, talar. Børn úr barnagarðinum syngja jólasangir. Aftaná verða kaffi, kakao, bollar o.a, at fáa á ovaru hædd á Bókasavninum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
    Í samband við tiltakið selur Lions Club Tindur kalendarar og jóladekoratiónir. Peningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál.
    Sí meir á Facebook-síðuni: 
    Sands Kommuna
  • Kl 16 – 02: Caféin á Mølini í Skálavík hevur opið
  • Kl. 18 – 02: Kafe Breiðateig á Sandi hevur opið
  • Kl. 18.00: Skriva fyri lívið (Amnesty) á Kafe Breiðateig á Sandi
  • Kl. 19.00: Jóla Aglow í Zion á Sandi, sí meir á Facebook-síðuni: Aglow Sandoy
  • Kl. 19.30: Dunnuball í Virkinum! Undirhald við Klæmint Isaksen. Almennur dansur verður eftir borðhaldið. Seinasta freist at tekna seg er 29. novembur. Sí meir á Facebook-síðuni Ungmannafelagið Virkið

Sunnudagur 2. desembur

  • Kl. 16 – 21: À-handilin á Sandoynni hevur opið
  • Kl. 16 – 21: Búrhandilin hevur opið
  • Kl. 13.00: Caféin á Mølini í Skálavík hevur opið
  • Kl. 14.00: Jólakonsert við Magna Christiansen á Caféini á Mølini í Skálavík. Neyðugt er at senda boð til caféina á teirra Facebook, fyri at tryggja sær pláss!
    Hetta verður ein vøkur og hugnalig konsert, sum uttan iva fer at fáa teg í rættan jólahýr. Konsertin er ókeypis, men “hatturin gongur runt”. Pengarnir fara til komandi fløguinnspæling hjá Magna.
  • Kl. 16.00: Jólakonsert við Magna Christiansen á Caféini á Mølini í Skálavík (FULLTEKNAÐ)
  • Kl. 16 – 19: Diduhúsið í Skopun er opið.
    Jóladekratiónir og heimavirkað vøra og nógv annað, er til keyps. Her finnnur tú heilt víst jólagávurnar. Í Didu-café’ini selja vit nýbakaðar vaflir, mandlurís heimagjørda súrepladessert. Glaserði súrepið, brendar, lakres- og saltmandlir.
    Vælkomin á gátt.
  • Kl. 16 – 19: Jólasøla í handlinum hjá Elinborg (Heimasandsvegur 36, Sandur)
  • Kl. 18.00: Jólatræið í Skálavík verður tendrað.
  • Kl. 19.00: Aftankvirra við Martini Joensen í Skálvíkskirkju.
    Aftaná verður bjóða til drekkamunn á Keldu. Øll eru vælkomin.

Týsdagur 4. desembur

  • Kl. 17.00: Jólatræið hjá Skopunar Kommunu verður tendrað.
    Havstein Klein prestur talar. Børn úr Skopunar Skúla syngja.
    Vit fáa eisini vitjan av jólamonnum.
    Didu-húsið og Aleksandursa hús hava opið.

Fríggjdagur 7. desembur

  • Kl. 9 – 21: Búrhandilin hevur opið
  • Kl. 9 – 24: À-handilin á Sandoynni hevur open by night.
    • Øll klæði og skógvar minus 10%!
    • Tógvhandilin Cakao vitjar í handlinum við ymsum spennandi vørum.
    • Vaflur og kaffi verður til keyps – og jólamaðurin vitjar kl 15.00 við onkrum leskiligum til börnini.
    • Kl. 17 – 22: Irdi Jacobsen kemur at selja Fish&Chips uttanfyri Á-handilin – fiskurin er lekkur toskur úr Barentshavinum!
  • Kl. 17 – 02: Caféin á Mølini í Skálavík hevur opið

Leygardagur 8. desembur

  • Kl. 9 – 21: À-handilin á Sandoynni hevur opið
    • Kl. 15 – 21: Cakao hevur søluborð í handlinum
    • Kl. 17 – 21: Irdi Jacobsen kemur at selja Fish&Chips uttanfyri Á-handilin – fiskurin er lekkur toskur úr Barentshavinum!
  • Kl. 9 – 21: Búrhandilin hevur opið
  • Kl. 10 – 16: Jólasøla í handlinum hjá Elinborg (Heimasandsvegur 36, Sandur)
  • Kl. 10 – 16: Hjá Rólant hevur opið
  • Kl. 11 – 24: Caféin á Mølini í Skálavík hevur opið
  • Kl. 15 – 02: Caféin á Mølini í Skálavík hevur opið
    • Kl 16.00 verður jólakonsert við Vígdis, Astu og Mads

Sunnudagur 9. desembur

  • Kl. 16 – 21: À-handilin, á Sandoynni hevur opið
  • Kl. 16 – 21: Búrhandilin hevur opið
  • Kl. 16 – 19: Jólasøla í handlinum hjá Elinborg (Heimasandsvegur 36, Sandur)

Mánadagur 10. desembur

Jólatrøini í Húsavíkar Kommunu verða tendrað mánadagin 10. desembur.
  • Kl. 18.00: Jólatræið í Húsavík verður tendrað
  • Kl. 19.00: Jólatræið í Dali verður tendrað

Havstein Klein prestur talar. Aftaná verður bjóðað kakao, kaffi, bollar og annað gott. Børnini fáa jólapakka!

 

Kommunustýrið í Húsavíkar Kommunu

Fríggjadagur 14. desembur

  • Kl. 9 – 21: Búrhandilin hevur opið. Navia pløgg vera víst fram í handlinum alt vikuskiftid.
  • Kl. 9 – 21: À-handilin, á Sandoynni hevur opið
  • Kl. 10 – 18: Klædnabúðin Skálavík hevur opið
  • Kl. 17 – 02: Caféin á Mølini í Skálavík hevur opið

Leygardagur 15. desembur

  • Kl. 9 – 21: À-handilin, á Sandoynni hevur opið
    • Alt jólapynt 1/2 prís.
    • Tilboð, allir skógvar, keyp 2 pør og fá 50kr í avslátturi.
    • Irdi Jacobsen kemur at selja Fish&Chips uttanfyri Á-handilin – fiskurin er lekkur toskur úr Barentshavinum!
    • The Body Shop hevur jólasølu í handlinum.
    • Livandi jólatónleikur og sangur verður frá kl. 16-18, har Sámal Hanni Lognberg & Eivind Kolden framføra jólasangir.
  • Kl. 9 – 21: Búrhandilin hevur opið.
    • Frá kl 13.00-18.00 bjóða vit kaffi og okkurt gott afturvið
    • Navia pløgg vera víst fram í handlinum alt vikuskiftid
  • Kl. 10 – 16: Jólasøla í handlinum hjá Elinborg (Heimasandsvegur 36, Sandur)
  • Kl. 10 – 16: Hjá Rólant hevur opið
  • Kl. 10 – 16: Klædnabúðin Skálavík hevur opið
  • Kl. 16 – 20: Tógvhandilin Cakao í Skopun hevur opið
    • Jólacafe verður í handlinum. Mandlurís, nýbakaðar vaflir, brendar mandlir, glaserað súrepli og annað gott. Ver vælkomin á gátt
  • Kl 16 – 02: Caféin á Mølini í Skálavík hevur opið

Sunnudagur 16. desembur

  • Kl. 15 – 20: Tógvhandilin Cakao í Skopun hevur opið
    • Jólacafe verður í handlinum. Mandlurís, nýbakaðar vaflir, brendar mandlir, glaserað súrepli og annað gott. Ver vælkomin á gátt
  • Kl. 16 – 21: À-handilin, á Sandoynni hevur opið
  • Kl. 16 – 21: Búrhandilin hevur opið
    • Navia pløgg vera víst fram í handlinum alt vikuskiftið.
  • Kl. 16 – 19: Jólasøla í handlinum hjá Elinborg (Heimasandsvegur 36, Sandur)
  • Kl. 19.00: Vit syngja jólini inn í Sands Kirkju. 3. sunnudag í advent fara vit at syngja jólini inn. Talvan gongur fyri felagsskapin “Mirjam”, hvørt endamál er kvinnu íverksetan við seymiskúla og at útvega reint vatn. Øll eru hjartaliga vælkomin.
    Kirkjuráðið fyri Sands kirkju.

Fríggjadagur 21. desembur

  • Kl. 9 – 22: À-handilin á Sandoynni hevur opið
  • Kl. 9 – 22: Búrhandilin hevur opið
  • Kl. 10 – 20: Klædnabúðin Skálavík hevur opið

Leygardagur 22. desembur

  • Kl. 9 – 23: À-handilin á Sandoynni hevur opið.
    • Vit bjóða gløgg, kaffi og te frá kl. 15.00-18.00
  • Kl. 9 – 23: Búrhandilin hevur opið
  • Kl. 10 – 20: Klædnabúðin Skálavík hevur opið
  • Kl. 10 – 22: Hjá Rólant hevur opið

Sunnudagur 23. desembur

  • Kl. 14 – 20: Hjá Rólant hevur opið
  • Kl. 14 – 22: Klædnabúðin Skálavík hevur opið
  • Kl. 15 – 22: À-handilin á Sandoynni hevur opið
  • Kl.15 – 22: Búrhandilin hevur opið
    • Jólamaðurin vitjar kl 18.00