Listsasavnið á Sandi
Listasavnið er bygt til endamálið. Tað var Sofus Olsen sum lat savnið byggja. Sofus hevði gjøgnum nógv ár keypt og samla list eftir mætastu føroysku listafólkunum, og á gamlsaldrinum avgjørdi hann at lata heimbygdini øll verkini. Hann lat eisini savnið, sum J. P. Gregoriussen, arkitektur hevur teknað, byggja.
Á savninum eru, millum onnur, verk eftir S.J. Mikines, Janus Kamban, Frimod Joensen og Ingálvi av Reyni.
Av og á, t. d. í sambandi við “Summartónar” vera konsertir hildnar á Listasavninum.
Ljóðviðurskiftini í eru framúr góð og pláss er fyri 40 fólkum.
BÍLEGGING
Vitjan kan avtalast við at ringja +298 211 924 ella skriva til eir@kallnet.fo
OPIÐ ER
Frá 1. Juni til 31. august:
Týsdag-mikudag-hósdag : kl 14.00-16.00
Leygardag -sunnudag : kl 14.00-17.00
Mánadag og fríggjadag er stongt
Annars eftir avtalu.
Eisini ber til at leiga listasavnið til serlig tiltøk
PRÍSUR
Tað kostar 100 kr. at vitja savnið.
Fyri bólkar við 12 fólkum ella fleiri er prísurin 80 kr. fyri hvønn.
Fyri vitjanir uttanfyri vanliga upplatingartíð, er minstiprísurin 500 kr.