Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Éconmusée – Føroya Grótvirki

Í 2013 keyptu brøðurnir, Heini og Høgni Tausen, Føroya Grótvirkið í Skopun. Á virkinum verða stórir klettar, úr grótbrotinum í Høvdarhaga, virkaðir til gravsteinar, borðplátur, durahellur, og aðrar smærri lutir til nyttu og prýði. Eitt av stórverkunum, sum eru framleidd her, er trappan í Vágsbotni. 

Sum partur av Economusée-skipanini, hevur grótvirkið latið hurðarnar upp fyri vitjandi, soleiðis at enn fleiri sleppa at síggja og hoyra um, hvussu føroyingar í øldir hava brúkt grótið sum byggitilfar og tilfar til brúkslist. 

Kelda:  https://www.economusee.eu/the-artisans/135-the-north-atlantic-basalt-economusee  

BÍLEGGING 

“Grótmenninir” taka fegnir ímóti vitjandi, har teir greiða frá virkinum, søguni, tøkni og  nýggjum vørum.  

Vitjan kann kann avtalst við at ringja +298 33 11 00 ella skriva til  info@visitsandoy.fo  ella umvegis heimasíðu teirra.

 

PRÍSUR 

Prísurin er 100 kr. fyri hvønn. Tó í minsta lagi 1000 kr. íalt.