Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Veltan

Et føroyskt

Vit í Veltuni halda, at í Føroyum eigur at ber til at eta føroyskt grønmeti! Antin tað, ein sjálvur veltur, ella tað, ein keypir frá føroyskum veltarum.

Vit velta salat, kál, gularøtur, glaskál, purrur, røtur, epli, ertrar – sumt í størri nøgdum, annað sum royndir. Vit leggja okkum eftir allatíðina at skapa variatión og vitan um hesa ymsu grøðina.

Um okkum

Veltan er í veruleikanum eitt felag hjá fólki við áhuga fyri grønmeti og velting. Summir limir framleiða til sølu, aðrir til egna nýtslu. Tey, sum vilja selja, hava møguleika at nýta merkið hjá Veltuni, umframt at selja sínar vørur gjøgnum felagið.

Veltan eigur triggjar plasttunlar, sum vit nýta sum vakstrarhús. Í tveimum teirra húsast limir, sum arbeiða saman og hvør sær um sína velting, og í tí triðja framleiðir felagið sjálvt.

Alt felagið samstarvar um vitan, sølu og marknaðarføring.

Keyp

Vit selja okkara vørur ymsastaðni – eru í Vágsbotni viðhvørt, selja í FK í Havn, selja úr tunlunum, vit framleiða í, umframt til matstovur og onnur.

Vitja okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Sandoyar Kunningarstovu um tú vilt vitja Veltuna, læra meira og kanska fáa eina rundvísing við smakkiroyndum úr Veltuni.

Bílegging og prísur

Til ber eisini at vitja Veltuna eftir avtalu allar dagar í vikuni.

Prísurin er 100 fyri hvønn, fyri teir fyrstu 10 gestirnar, hareftir er prísurin 50 kr. fyri hvønn. Við smakkiroyndum kostar túrurin 150 kr.

Minsti prísur er 800 kr.

Bílegg við at skriva til okkum á: info@visitsandoy.fo ella ring á tlf. 22 20 78.

Les meir um Veltuna her, ella um tú hevur aðrar fyrispurningar enn vitjan:

http://veltan.fo