Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Matstovan á Hotel Skálavík

Á hugnaliga Hotel Skálavík kanst tú eta í matstovuni ella bíleggja mat út við.

Allan dagin ber til at keypa kaffi, te, leskidrykkir og okkurt gott afturvið.

Á middegi

Borðreiðir matstovan við høsnarunga og kips, fisk og kips ella suppu við breyði.

Um kvøldið

Týskvøld til hóskvøld og sunnukvøld frá kl. 17.00 – 20.00 bjóða vit ællar rættir úr Grill/Pizza matskránni. Fríggjakvøld og leygarkvøld frá kl. 17.00 – 21.00 bjóða vit rættir úr vanligu matskránni.

Matpakki

Til ber at bíleggja matpakka fyri kr. 99,-

Matpakkin inniheldur eina tvíflís, eina smákaku, eina frukt og eina fløsku av vatn.

Upplatingartíðir

Hesar upplatingartíðir eru galdandi veturin 2018.

Á middegi er opið soleiðis:

Hvønn dag, uttan mándag, frá kl. 12.00 til 14.00.

Um kvøldið er opið soleiðis:

Týsdag til hósdag og sunnudagar frá kl. 17.00 – 20.00
Fríggjadag og leygardag: kl. 17.00 – 21.00

Bílegging

Meir kunning og bílegging um matstovuna finnur tú á heimasíðuni hjá Hotel Skálavík.

Jól á Hotel Skálavík

Vit hava gjørt eina jólamatskrá til jólaveitslur, har vit bjóða tríggjar rættir ella jólabuffet.

Til ber at bíleggja høli á Hotel Skálavík, og sum nakað nýtt bjóða vit okkum at koyra matin út til tykkara – vit koyra út í allari Sandoynni og í Suðurstreymoy.

Les meir her.