Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Kafe Breiðateig

Á Kafe Breiðateig er sera hugnaligt, eitt gott stað at njóta løtuna. 

Á Breiðateig var telefonstøðin á Sandi, og húsið hevur bæði søgu og sál. Útsýnið er eisini sera gott út yvir vánna. Bussur koyrir beint framvið, og kafe’in liggur mitt í bygdini á Sandi.

Burðardygd

Á Kafe Breiðateig verður dentur lagdur á heimagjørdan mat, og frísk rávøra úr nærumhvørvinum verður nýtt í størst møguligan mun. 

Stórur partur av innbúgvinum hevur egna søgu. Borðini eru gjørd úr gomlum hurðum og rekaviði, koppar og annað er av gomlum slagi, og gamli málningurin á vegginum hevur sína egnu søgu.

Matkort

Á matarlepanum er m.a. heimabakað belgisk vafla við ísi og sjókolátasós, rabarbutrifli gjørd úr økologiskum rabarbum av Sandi, bananasplitt, flógv tvíflís, fiskasuppa við góðum útróðrartorski og heimabakaðum breyði afturvið.

Eisini er møguleiki at bíleggja annan mat út við ella at eta í húsinum. Møguleiki er at fáa fyrstafloks føroyskan útróðratorsk, oksa ella lambakjøt, brunchplattar og ymiskt annað.

Skalt tú ein túr og ynskir matpakka, eru vit fús at gera hendan og bjóða t.d. breyð við føroyskum viðskerða, ella pannukøkur.

Staðið má upplivast, og her kann tú njóta løtuna, friðin, søguna, núið og góðu tænastuna.

Vit hava frítt wifi til kunda okkara.

 

Verið hjartaliga vælkomin á Kafe Breiðateig!

 

Upplatingartíðir frá 23. august 2018, galdandi fyri heystið og veturin 2018

Opið verður fleiri vikuskifti í heyst og vetur. Nærri kunning kemur her.

Seinsummardagin, 25. august 2018 er opið frá kl. 19.00 – 03.45. Vit hava m.a. okkara vælumtóktu fiskasuppu hendan dagin.

Opið er 8. septembur 2018 frá kl. 16 til 02. Pubquizzin byrjar kl. 22.

Opið er 14. septembur 2018 frá kl. 19 til 02. Barnaspurnarkapping byrjar kl. 19.30.

Opið er 28. septembur 2018 frá kl. 19 til 02. Vælumtókta pubquizzin byrjar kl. 22. Kom saman ella finn onkran at vera saman við á Kafeini. Vit gjøgnumganga sjálvsagt reglarnar áðrenn vit byrja.

Og sjálvsagt er ein runda um vikuna ið fór. … og um eplir! ?
Opið er 5. oktobur 2018 frá kl. 19 til 02.
Opið er 12. oktobur 2018 frá kl. 19 til 02.
Opið er 19. oktobur 2018 frá kl. 23 til 02.
Opið er 27. oktobur 2018 frá kl. 21 til 02. Vælumtókta pubquizzin byrjar kl. 22. Kom saman ella finn onkran at vera saman við á Kafeini. Vit gjøgnumganga sjálvsagt reglarnar áðrenn vit byrja.
Opið er 2. novembur 2018 frá 20 til 02. J-dagur er frá 22 til 23.

Upplatingartíðirnar fyri 2019 eru á veg.