Heimablídni hjá Hildigarð, Sandur
Hjá Hildigarð følir tú teg akkurát sum heima. Hon bjóðar tær alt frá brunsj til matpakka ella døgurða.
Hildigarð ger flak í heimsklassa, sum maður hennara fiskar til høvið.
Matskrá
Góður brunsj: 310 kr. fyri hvønn, minimum bíleggin er fyri tvey fólk.
Góður føroyskur døgurði, oftast flak úr økinum, epli v.m.: 390 kr. fyri hvønn, minimum bíleggin er fyri tvey fólk.
Góður matpakki, 4 hálvar við føroyskum viðskera: 200 kr. fyri hvønn, minimum bíleggin er fyri tvey fólk.
Góður drekkamunnur, kaffi, te, heimabakaðir bollar, heimabakaðar køkur: 200 kr. fyri hvønn, minimum bíleggin er fyri tvey fólk.
Gott føroyskt kalt borð, breyð við ser-føroyskum viðskera eftir árstíðini, alt frá skerpikjøti til grind, turrum kjøti, turrum fiski v.m.: 710 kr. fyri hvønn, minimum bíleggin er fyri tvey fólk.
Bílegging
Heimablíðni hjá Hildigarð má bíleggjast í so góðari tíð sum til ber, tó í seinasta lagi fyrrapart tann dagin tit koma.
Tú ert vælkomin at seta set í samband við okkum á info@visitsandoy.fo ella 222 078.