Kvøldseta í Dali
Í Dali skipar bygdafólkið fyri kvøldsetu í bygdahúsinum Eiriksgarði. Har savnast børn, ung, tilkomin og gomul at spinna, karða, nappa ull, binda bul og mangt annað. Víst verður eisini á gomul føroysk barnaspøl.
Meðan arbeitt verður, verður sagt frá søgu, sagni ella ævintýri og sungin verður onkur miðaldarvísa ella skjaldur. Farið verður upp á gólv við góðum kvøðarum úr Dali.
Eisini verður boðið breyð við góðum føroyskum viðskera, ella føroyskum døgurða við lambskjøti.
Samanumtikið eitt ógloymandi kvøld!
Hent at vita
Kvøldsetan varar á leið 2 tímar.
Vit bjóða kvøldsetu til bólkar á minst 12 fólk.
Møguleiki er at samantvinna kvøldsetu við gongutúri millum Skarvanes og Dal, við ferðaleiðara.
Prísur
Kvøldseta við breyði og føroyskum viðskera: 480 kr. fyri hvønn
Kvøldseta við føroyskum døgurða: 600 kr. fyri hvønn
Bílegging
Meira fæst at vita við at venda sær til Sandoyar Kunningarstovu, tlf. 222 078 og teldupost info@visitsandoy.fo.