Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Setursskúlar

Skulu tit á setursskúla í Sandoynni ella Skúvoynni? So hava tit nógv at gleða tykkum til!

Gisting

Vit hava fleiri ungmannafelagshús, har tit kunnu gista á bóli. Húsini síggja tit her.

Um tit heldur vilja gista í summarhúsi, er yvirlit yvir okkara summarhús her.

Upplivingar

Her er nógv at uppliva. Vit fáa vitjan av skúlaflokkum hvørt ár, og tí hava vit gjørt eitt yvirlit við tilboðum ið vit hava gjørt til setursskúlar, so tit lætt og skjótt síggja, hvat tit kunnu gera tá tit vitja okkum.

Bygdasavnið á Sandi (Norðara Koyta)

Bygdasavnið er frá 1812 og dugnalig frásøgufólk greiða tykkum frá um økið í Koytu, húsið og lutirnar ið eru væl varðveittir á savninum.

Kostnaður

Kostnaður fyri at vitja bygdasavnið er 300,- fyri ein skúlaflokk.

Hesin prísur er bert galdandi fyri setursskúlar.

Bygdatúrur í Húsavík

Bygdatúrar eru hugnaligir, læruríkir, og øll kunnu vera við. Við staðkendum frásøgumanni ganga tit í Húsavík og hoyra søgur um bygdina.

Kostnaður

Kostnaður fyri bygdatúrin er 150 kr. fyri 5 tey fyrstu, hareftir er prísurin 25 kr. fyri hvønn.

Hesin prísur er bert galdandi fyri setursskúlar.

Listasavnið

Á Listasavninum á Sandi fáa tit eina spennandi frágreiðing um listasavnaran, Sofus Olsen, ið lat savnið til bygdina. Savnið hevur m.a. verk frá Mikinesi, Ingálvi av Reyni og Janusi Kamban.

Kostnaður

Kostnaður fyri at vitja listasavnið er 300,- fyri ein skúlaflokk.

Hesin prísur er bert galdandi fyri setursskúlar.

Túrar við ferðaleiðara

Til ber eisini at fara aðrar túrar við staðkendum ferðaleiðara, t.d. at hoyra um fornfrøðina á Sandi, um Sigmundarstein í Skúgvi, bygdatúrar eftir tykkara ynski, tað kundi t.d. verið ein rithøvundatúrur í Skálavík, ella ein túr í fjøllini.

Kostnaður

Kostnaður fyri bygdatúrar er frá kr. 720,-, og fjallatúrar við ferðaleiðara eru frá kr. 1200,-

Veltan

Vit í Veltuni halda, at í Føroyum eigur at ber til at eta føroyskt grønmeti! Vit velta salat, kál, gularøtur, glaskál, purrur, røtur, epli, ertrar – sumt í størri nøgdum, annað sum royndir. Vit leggja okkum eftir at skapa variatión og vitan um hesa ymsu grøðina.

Kostnaður

Tað kostar onki hjá setursskúlum at vitja Veltuna, tað einasta vit ynskja okkum afturfyri er, at tit hjálpa okkum við t.d. at lúka, sáa, vatna ella rudda. Afturfyri fortelja vit tykkum um Veltuna.

Vitjanin tekur 1,5 – 2 tímar.

Hetta er bert galdandi fyri setursskúlar.

Ævintýrtúrur

Tit hoyra um gívrina og síggja gívrinarspor, knúgvarnar og holuna, har hon búði! Túrurin tekur umleið tveir tímar, og eldri sum børn orka at ganga hann.

Kostnaður

Kostnaður er 80 kr. fyri hvønn, fyri upp til 10 fólk. Um tit eru fleiri enn 10 fólk, er prísurin 80 kr. fyri tey fyrstu 10 og hareftir 50 kr. fyri hvønn. Minsti prísur 720 kr. (9 fólk).

Bílegging

Bílegg við at senda ein teldupost til info@visitsandoy.fo ella við at ringja á 222 078!

Minst til at viðmerkja, at talan er um setursskúla.