Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Skopun

Bygdin

Í Skopun búgva um 470 fólk.

Skopun er niðursetubygd. Fyrsta búreisingin var í 1833 og er Skopun millum tær fáu niðursetubygdirnar, sum veruliga mentust. Minnismerkið yvir fyrstu niðursetufólkini bleiv reist í Koltursvíkini, tá Skopun í 1983 helt 150 ára dagin fyri búreiðisingini.

Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmaður var føddur og vaks upp í her. Beint uttanfyri barnaheim hansara verður nú arbeitt við at reisa standmynd av honum.

Kirkjan

Skopunar kirkja varð vígd í 1897. Kirkjan er laðað úr gróti og pussað uttan við sementi. Innan er hon klødd við viði, og í staðin fyri tróður undir sperrunum, er smíðað hválv úr brettum.

Umframt kirkjuna, hava eisini hvítusunnusamkoman og heimamissiónin sítt andaliga virksemi í Skopun.

Ungmannafelagið Samljóð

Ungmannafelagið Samljóð, stovnað í 1923, er karmur um felagslívið í bygdini. Samljóð hevur stórt og stásiligt felagshús. Við síðuna av Samljóð stendur tann víðagitni postkassin. Vit hava eitt heilt ættarlið, sum er uppvaksið við jólamonnum, ið tosaðu sandoyarmál og í tí sambandinum var tað ein byggifyritøka í Havn, sum fann uppá at seta hendan postkassan upp í Skopun. Hann var tá heimsins størst postkassi.

Annað frítíðarvirksemi er t.d. fimleikafelag, dartfelag og venjingarmiðstøð.

Í grannalagnum er eisini Fifa-vøllurin.

Føroya Grótvirki

Einasta grótvirkið í landinum liggur í Skopun. Høvuðsorsøkin til tað er at tann basalt-fláin, sum hevur tað best egnaða grótið til virkingar, er atkomulig í Høvdarhaga; beint norðan fyri bygdina. Sum partur av Economusee-skipanini ber til at avtalað eina vitjan á grótvirkinum.

Bygdasavnið

Gamla Dansistovan í Skopun var fyrsta sjónleikarhús í Føroyum. Hon er bygd í 1924. Ungmannafelagið Samljóð helt til í dansistovuni til 1991, tá nýggja felagshúsið bleiv tikið í brúk. Dansistovan er í dag bygdasavn og kann vitjast eftir avtalu.