Sandoyar Kunningarstova
UM OKKUM
Sandoyar Kunningarstova kunnar føroyskum og útlendskum ferðandi í Sandoyar Sýslu.
Vit halda til á kaiini í Skopun og umboða Sandoynna, Skúvoynna og St. Dímun.
Vit samskipa túrar, tiltøk, starvsfólkaferðir, gongutúrar, barnavinarligar ævintýrtúrar, síging, bátatúrar, fiskitúrar og mangt annað. Vit hjálpa tær eisini at bíleggja gisting t.d. summarhús, ból og bita ella tjalding.
Vit vilja fegin gera ferðavinnuna til eina burðardygga vinnu í Sandoyar Sýslu, og arbeiða tí í samstarvi við eldsálir, íverksetarar, veitarar og kommunur í okkara øki. Vit vilja fegin bjóða ferðafólkum vælkomnum í okkara øki, samstundis sum tey ið búgva her trívast enn betri, tí vit skipa fyri áhugaverdum tiltøkum.
Vit vita, at Sandoyar Sýsla er nakað fyri seg – og fyri teg!
Tú finnur okkum her:
Skopunarvegur 1, 240 Skopun
Tlf. 222 078
AVGREIÐSLUTÍÐIR frá 6. novembur – 31. desembur 2018
Skrivstovan er afturlatin frá 6. novembur til 31. desembur 2018. Tó er vanlig avgreiðsla umvegis teldupost hvønn mándag til og við 26. novembur 2018.
AVGREIÐSLUTÍÐIR frá 1. septembur – 1. novembur 2018
Avgreiðsla: Mánadag, hósdag og fríggjadag 10.30 – 16.00
Týsdag og mikudag bert eftir avtalu.
Telefontíð: Mánadag, hósdag og fríggjadag 10.30 – 12.30
Týsdag millum 10.30 og 11.30.
AVGREIÐSLUTÍÐIR um summarið
Avgreiðsla: Mánadag – fríggjadag 10.30 – 16.00
Telefontíð: Mánadag – fríggjadag 10.30 – 14.00