Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Dalur

Ein bygdaskái er líka góður sum ein býarskái! *

Hóast bygdin er lítil, er ríkt felagslív í Dali. Dalbingar eru góðir kvøðarar, og fyrst í sjeyti árunum bleiv dansifelagið Stígum Fast stovnað í Dali. Seinni bleiv dansistovan Eiriksgarður bygd, og hon er seinni útbygd, soleiðis at hon í dag er eitt tíðarhóskandi bygdarhús við øllum nútímans hentleikum, sum ger hana væl egnaða til tiltøk av øllum handa slagi, t.d. veitslur, dans, gisting, seturskúlar og annað.

Í Dali búgva 35 fólk.

KVØLDSETA

Dalbingar skipa eisini fyri kvøldsetu. Kvøldsetan er eitt vælumtókt tiltak við góðum føroyskum mati, og har tað sum í gomlum døgum,verður arbeitt við ull. Har verður nappað, karað, spunnið og bundið. Har verður sungið, sagt frá søgum og eisini verður farið upp á gólv.

DALUR KAMPING

Skamt frá Eiriksgarði liggur kamping-plássið. Eitt tað vakrasta og best útgjørda í landinum. Har liggur eisini Fifa-vøllurin, so møguleikarnir til hugna og stuttleika eru góðir.

MYLLAN

Innanfyri bygdina, er gamla myllan, sum tjóðsavnið eigur.

MØLIN Í DALI OG MALAGRÓT

Við sjóvarmálan í Dali er vakurt og serstakt malagrót og eru nógv ið vitja júst hetta staðið fyri at hoyra serliga dunið tá havið fer inn yvir malagrótið. Njótið friðin og frísku luftina, og minnist til, at tað er ikki loyvt at taka malagrót við sær úr Dali, tí malagrót verjir bygdina móti brimi um veturin!

GONGUTÙRAR

Eftir gamla torv-vegnum ber til at ganga túr suður á dalsfjøll, har útsýnið yvir oyggjarnar er frálíkt, bæði suðureftir og vestureftir. Eisini er bygdagøtan millum Dal og Skarvanes skeltað so hon nú er enn tryggari at ganga. Gongutúraskeltið sært tú høgru megin vegin, tá tú kemur niðan úr bygdini, og frá skeltinum sært tú fyrsta bláa prestin. Bygdagøtan er merkt við varðum, bláum varða-prestum eins og trappum yvir um hegn.

KIRKJAN

Dals Kirkja telist millum yngru kirkjurnar í Føroyum. Vígd í 1957. Kirkjan er úr timburi og innan er hon málað. Danski listamálarin Ernst Trierhevur málað altartalvuna, sum var vígd í 1961. Hon ímyndar heilagu kvøldmáltíðina og var í 1961 roknað sum eitt nýmótanslistaverkverk. Lampurnar í kirkjuni eru upprunaliga úr løgtinginum.

GISTING

Kunningarstovan hevur ikki summarhús til leigu í Dali, men hava vit summarhús til leigu í Húsavík eins og øðrum bygdum í oynni, sí meir her. Eisini er tað gjørligt at leiga felagshúsið Eiriksgarð.

 

* Okkum dámar so væl hugtakið “Bygdaskái” ið vit hava funnið á blogginum hjá Bergljót av Skarði. Her er meir at lesa um bygdalívið í Dali: http://dalsbygd.blogspot.com/