Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Súkkla

Sandoyggin er eitt tað besta staðið at súkkla í Føroyum. Tú velur sjálvur um tú fert ein túr ið er lættur ella torførur, og tú veist altíð nær tú kanst vænta at bilar koma framvið (tað eru tær 9 ferðirnar um dagin tá Teistin kemur og fer av oynni).

Súkkla við rentabike.fo

Rentabike.fo hevur súkklutúrar til Sandoynna í summar. Tú fert við ferðaleiðara úr Havn og súkklar til Gomlurætt. Av Gomlurætt fara tit við Teistanum til Skopunar.

Á Sandoynni súkkla tit úr Skopun til hugnaligu bygdina Húsavík. Tit hava eisini ein støðg á Kafe Breiðateig á Sandi, har tit fáa tykkum miðmála, djús og kaffi.

Tit fara norður aftur við Teistanum kl. 16.35 úr Skopun, og súkkla aftur av Gomlurætt til Havnar.

Túrurin kostar 1.225 kr.

Við í prísinum er leiga av einari nýggjari FELT VR6 súkklu, pedalar (vanligir, SPD-SL ella MBT), ljós, hjálmur, súkklu telda, vatn, orkustong (energy bar), miðmáli, atgongumerki við Teistanum og súkklu-ferðaleiðari.

Miðalferðin er 15-20 km um tíman. Oman og niðanbrekkur fert tú so skjótt sum tú vilt.

Teinur: 60 km

Tú sært hvar vit møtast her: Google Street View.

Bílegging

Til ber at bíleggja túrin her.

Um tú hevur nakrar spurningar um at súkkla á Sandoynni, ert tú vælkomin at skriva til okkum á info@visitsandoy.fo ella ringja til okkum á tlf. 222 078.