Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Siglitúrar til fuglabjørgini

Vitjandi eiga at unna sær eitt minniligt upplivilsi við bátinum M.S. Hvíthamar, har tit síggja vøkur fuglabjørg og stórslignar drangar!

Bátasmiðurin Jóan Petur Clementsen, ið sjálvur hevur smíðað bátin, er ferðaleiðari umborð.

Siglt verður runt Skúvoynna ella vestanfyri bjørgini í Sandoynni. Eisini ber til at fara runt St. Dímun.

Tit hava ríkan møguleika at uppliva fugl í hópatali og eitt sera fjølbroytt fuglalív. Í bjørgunum er millum annað lomvigi, lundi, skarvur, havhestur og álka. Ofta sæst sovandi kópur og á hásumri síggjast mangan nísur spæla sær í sjónum.

 

Minst til:

Farið verður úr Sands havn.

Hav heit klæðir við.

Neyðugt er at bíleggja pláss frammanundan við at skriva til info@visitsandoy.fo.

 

Prísur

400,- fyri hvønn um tit eru tvey. Eru tit fleiri enn tvey, er prísurin 300,- fyri hvønn.

 

Fiskitúrar

verða eisini gjørdir. Hesir túrar eru fyri í mesta lagi 6 fólk.

Prísur

Hálvan dag: 2375,- í alt fyri upp til 6 fólk.

Heilan dag: 3375,- í alt fyri upp til 6 fólk.