Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Kajakk á Sandsvatni

Nú kanst tú royna teg í kajakk tá tú kemur suður at ferðast. Gleð teg til at uppliva Sandsvatn á ein øðrvísi og spennandi hátt!

Óansæð um tú ert á byrjunarstøði ella hevur roynt tað fyrr, er hetta ein serlig uppliving.

Hent at vita

Tú leigar kajakkina í 3 tímar, og tað gevur tær góðan møguleika at síggja vakra umhvørvið og royna teg í kajakkini.

Hesar kajakkir eru tær tryggastu á marknaðinum og eru lættar at brúka. Hvør kajakk er gjørd til eitt fólk.

Tú fært atgongd til kajakkirnar beint við Effo-støðina á Sandi, og leigar tær her.

Sandsvatn

Sandsvatn er stóra vatnið beint við Sands bygd. Sandsvatn er størsta vatnið á Sandoynni og triðstørsta vatnið í Føroyum.

Sandsvatn er uml. 2 kilometrar langt og har tað er breiðast uml. 640 metrar.  Ummálið er 0,82km2 og størsta dýpið uml. 5 metrar undir vatnskorpuni.  Avlanga vatnið var upprunaliga ein áarrás, íkomin av niðurbróting og máan av gosrunnum legugrýti.  Nú á døgum er vatnið typt frá havinum av einari uml. 400 metrar breiðari strond, sum fyri stóran part er av sandi.  Á strondini, serliga niðan móti vatninum, eru við tíðini grasvaksnir sandheygar íkomnir – teir sokallaðu Mølheyggjarnir, har plantur og smákykt trívast, sum annars ikki finnast í Føroyum.  Sandsvatn er annars vælumtókt millum stuttleikafiskimenn, bæði laksur og síl finnast í vatninum (stamps.fo).

Bílegging

Bílegg hjá Guide To Faroe Islands ella á info@visitsandoy.fo.

Prísur

3 tímar uttan guide: 200 kr. (fyri hvørja kajakk)

Tøki

Alt árið.