Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Bygdatúrar

Bygdatúrar eru hugnaligir, læruríkir, og øll kunnu vera við.

Vit hava dugnaligar, staðkendar ferðaleiðarar ið kunnu fortelja tykkum um mangt og hvat í Sandoynni og í Skúgvi, m.a. rithøvundatúrur, søguligar túrar, fornfrøðiligar túrar eins og ævintýrtúrar.

Gamla lendingin, Gálgin v.m., Sandur

Á Sandi er nógv áhugavert at hoyra um, m.a. um fornfrøðina á Sandi, kirkjuna, Kálv Lítla osfr.

Vit bjóða eisini túrar Niðri á Hamri, har greitt verður frá lendingini og frá fyrstu handlunum ið komu aftaná Kongaliga Handilin. Eisini kunnu tit hoyra um Gálgan og Runta, ið varð seinasti maður ið var hongdur har.

Tað ber sjálvandi eisni til at vitja bygdasavnið Norðara Koyta á Sandi ella Listasavnið á Sandi í samband við bygdatúrin.

Nær

Alt árið, eftir avtalu.

Bílegging

Bílegg túrin við at skriva til okkum á info@visitsandoy.fo.

Prísur

395 kr. fyri hvønn tíma fyri upp til 18 fólk. Alt eftir hvat tit vilja síggja, er túrurin 1-2 tímar langur.

Prísurin fyri atgongd til søvnini er ikki íroknaður. Prísur er kr. 75kr./pers. fyri Bygdasavnið, 100kr./pers. fyri Listasavnið og 50kr./pers. fyri at vitja Sands Kirkju. Um tit eru ein størri bólkur kann avsláttur fáast.

Húsavík

Húsavík er millum elstu bygdir í landinum, og tí eisini søgurík bygd. Her livdi Húsfrúgvin um ár 1400, og toftirnar frá hennara tíð síggjast enn. Eitt, sum sermerkir Húsavík, er tær nógvu grótlagingarnar. Einir 10 kilometrar av gørðum, sum eru í góðum standi, gróthús ymsastaðni í bygdini, og sjónligast eru Kirkjan og gróthúsini á Tumbakka.

Nær

Til ber at gera hendan túrin eftir avtalu.

Bílegging

Bílegg túrin her ella við at skriva til okkum á info@visitsandoy.fo.

Prísur

150 kr. fyri hvønn.

Fyrispurningar og bílegging

Um tú vilt ein annan bygdatúr enn lýst her, vilja vit fegin vit skipa fyri tí.

Send okkum ein teldupost á info@visitsandoy.fo ella ring til okkum á tlf. 222 078.

Vit fáa best hjálpt tær um vit fáa fyrispurningin minst 2 dagar áðrenn túrin.