Kvøldseta í Dali
Mong munnu tey vera, sum kenna fólkalívsmyndina “Kvøldseta” hjá V.U.Hammershaimb. Hendan fólkalívsmynd kann gerast veruleiki, um vitjað verður til Dals. Her skipar bygdafólkið fyri kvøldsetu í bygdahúsinum Eiriksgarði, har børn, ung, tilkomin og gomul savnast at spinna, karða, nappa ull, binda bul og mangt annað. Víst verður eisini á gomul føroysk barnaspøl.
Meðan arbeitt verður, verður sagt frá søgu, sagni ella ævintýri og sungin verður onkur miðaldarvísa ella skjaldur. Farið verður upp á gólv við góðum kvøðarum úr Dali.
Eisini verður boðið breyð við góðum føroyskum viðskera.
Samanumtikið eitt ógloymandi kvøld!
Møguleiki er at samantvinna kvøldsetu við gongutúri millum Skarvanes og Dal, við ella uttan ferðaleiðara