Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

B01 – Poul & Sóleyð

Ból & Biti

Í deiligu húsunum hjá Poul & Sóleyð kanst tú bíleggja ból og bita. Tey hava 4 kømur til leigu.

Hjá teimum kanst tú leiga hitapott við útsýni yvir Sandsvatn. Eisini hava tey kajakkir til leigu, bjóða túrar við ferðaleiðara og Heilsa upp á Muuh.

Prísur

Dupult-kamar, náttarprísur: 900 kr. fyri kamarið.

Twin-kamar, náttarprísur: 1100 kr. fyri kamarið.

VETRARTILBOÐ

Prísurin fyri dupultkamar er kr. 810,- fyri náttina.

Prísurin fyri twin-kamar er kr. 990,- fyri náttina.

Er bert galdandi fyri gistingar í tíðarrúminum frá 1. oktobur 2019 – 31. mars 2020.

Bílegging

Bílegg á Airbnb ella við at senda okkum ein teldupost á info@visitsandoy.fo.

Kamar 1 kanst tú síggja og bileggja her.

Kamar 2 kanst tú síggja og bíleggja her.

Kamar 3 kanst tú síggja og bíleggja her.

Kamar 4 kanst tú síggja og bíleggja her..

Hitapottur

Um tú gistir hjá okkum ella ikki, ber til at leiga hitapottin ið stendur við húsið, har tú hevur gott útsýni yvir Sandsvatn. Baðikápur eru við í prísinum.

Prísur

1 tími: 400 kr

2 tímar: 750 kr

Bílegging

Bílegg við at senda okkum ein teldupost á info@visitsandoy.fo

.

Kajakk

Nú kanst tú eisini royna teg í kajakk á Sandsvatni! Sandsvatn er triðstørsta vatnið í Føroyum.

Óansæð um tú ert á byrjunarstøði ella hevur roynt tað fyrr, er hetta ein serlig uppliving.

Hesar kajakkir eru tær tryggastu á marknaðinum og eru lættar at brúka. Hvør kajakk er gjørd til eitt fólk.

Prísur og bílegging

Tú leigar kajakkina í 3 tímar, og tað gevur tær góðan møguleika at síggja vakra umhvørvið og royna teg í kajakkini. Tú fært atgongd til kajakkirnar beint við Effo-støðina á Sandi, og leigar tær við við at ringja til Poul á 505670, skriva til info@visitsandoy.fo ella umvegis Guide To Faroe Islands her.

..

Heilsa upp á Muuh

Vælkomin í fjósið hjá Pouli!

Poul er mjólkabóndi á Sandi, og neytini hjá honum eru bæði forvitin og blíð.

Tá tú vitjar Poul heilsar tú upp á neytini og kálvarnar, hann fortelur og vísur tær hvussu hann ansar eftir neytunum. Tú kanst enntá royna teg sjálv/ur í fjósinum. Tit heilsa eisini upp á hønurnar hjá Pouli og síggja hvar tær leggja egg, og hvør veit, kanska liggja nøkur heit egg klár tá tit koma?

Hetta er ein serlig uppliving fyri bæði børn og foreldur, og Poul dugir serstakliga væl at greiða frá.

Børnunum dáma so væl blíðu kálvarnar hjá Pouli, so tey ætla sær aftur at vitja næstu ferð tey eru á Sandoynni. Og hvør veit, kanska fáa tit eisini eitt kálvaklemm ella enntá ein kálvakoss.

Matur

Um tit eru heppin, so er Sóleyð hjá Poul heima tá tit vitja hann.

Um hon er heima, vil hon fegin gera tykkum ein deiligan drekkamunn við t.d. bollum pannukøkum, vaflum ella rabarbugreyti. Nærum alt er sjálvandi heimagjørt og av Sandi.

BÍLEGGING

Tit bíleggja við at skriva til okkum á info@visitsandoy.fo ella ringja á 222 078.

PRÍSUR

Vitja fjósið: 300 kr. fyri upp til 6 fólk

Drekkamunn: 75 kr. fyri hvønn

.

Túrar

Poul er vanur við at ganga í haga, og dugir væl at greiða frá, óansæð um talan er um ein fjallatúr, bygdatúr ella fuglatúr. Hann veit góðu søgurnar og bestu støðini!

BÍLEGGING

Tit bíleggja við at skriva til okkum á info@visitsandoy.fo, ringja á 222 078, ella ringja beinleiðis til Poul á 505670.

PRÍSUR

Fyri bygdatúrar er prísurin 360 kr. um tíman.

Fyri fjallatúrar er prísurin 400 kr. um tíman, tó er minsta gjald fyri fjallatúrar 1450 kr.

Um tit eru fleiri enn 18 fólk, mugu tveir ferðaleiðarir við.