Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Tróndardagur
Vit fara aftur í tíðina, tá Tróndur ráddi fyri borgum.
Komandi hósdag, 18. juli 2024 kl 12-16, verður Tróndardagur hildin í gamla býlinginum í Norðragøtu⚔️
Á skránni er nógv spennandi – m.a. sleppa vit at síggja og uppliva, hvussu lívið helst var á Tróndar døgum við amboðum, handverki og stuttligum spæli, sum víkingar skipa fyri. Á keiini bjóðar Kappróðrarfelagið Tindur inn um gátt at síggja róðrarbátarnar í neystinum.
Opið verður í Gøtu Fornminnissavni, har hópin av gomlum lutum verða sýndir fram. Í Glyvrahanusarhúsi verður áhugaverd listaframsýning við hjúnunum Anju Klæmintsdóttir Jacobsen og Sam Jacobsen.
Skipað verður fyri ókeypis ponyríðing til børnini og kaffi, te, kaka og MIST verður at fáa. Á økinum verður eisini møguleiki at keypa sær okkurt til matna frá Fisk&Kips bilinum.
Vit gleða okkum at síggja tykkum til Tróndardagin – ein dagur har føroyskur dansur, fólkafundur, felagssangur, røður og livandi tónleikur seta dám á dagin.
Á fólkafundinum verða 3 røður hildnar av Tummas Kannuberg, Sigrið Dalgaard, Jacob Vestergaard. Eisini verða tvær tónleikainnsløg við Kataria og Marius
Bústaður
Tróndargrund
10 Tróndargøta
Eysturoy
Hetta tiltakið er skipað av
Fyrireikingarbólkur
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar